Fyri einari viku síðani var neyðugt at útseta kappróðurin á norðoyastevnu frá leygardegi og til sunnudag, tí høgættarvindurin var so nógvur. Bæði tí tað var so óslætt í sjónum, og tí tað varð ikki hildið at vera ráðiligt, at kappróðrarbátar vórðu fluttir til Klaksvíkar á vognum.
Í dag verður kappróður á eystanstevnu, og tað er eingin ivi um, at tað eru líkindi at rógva og ferðast. Skálafjørðurin liggur sum ein sveiti í morgun. Tað er deyðakyrt og ikki ein ond.
Fyrsti róðurin verður millum gentur í barnaróðrinum. Flaggtíðin er klokkan 13.45. Síðsti róðurin verður tann millum 5-mannafør við kvinnum. Flaggtíðin er sett at vera klokkan 17.45.
Stevnufyrireikararnir siga, at tað eru 300 metrar av bryggjukanti til áskoðarar, og at tað verður rátt øllum til at taka atlit til hvønn annan. Sagt verður, at tað er pláss fyri øllum at vera við frástøðu á kaiini.