Hesa vikuna verður tøknin hjá Rás 2 flutt til Miðlavarpið, og tí verður skráin nakað skerd. Um eina viku fer Miðlavarpið undir sínar sendingar á Rás 2 Mánadagin yvirtók Miðlavarpið útvarpsstøðina Rás 2, og hesa vikuna verður tøknin flutt frá bygningunum hjá Rás 2 til studio hjá Miðlavarpinum í Havn og í Klaksvík.
Hetta hevur við sær, at Rás sendir við skerdari skrá hesa vikuna. Bert tíðindi og tónleikur verða á skránni.
Fríggjdagin verður yvirtøkan av Rás 2 markerað við móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og mánadagin 8. oktober fer Miðlavarpið undir nýggja sendiflatu á Rás 2.