Í kvøld klokkan 20 verður oddadystur í FTZ deildini í Vestmanna. VÍF, sum liggur á øðrum plássi við 21 stigum tekur ímóti H71, sum liggur á fyrsta plássi við 25 stigum. Á triðja plássi liggur KÍF við 21 stigum.
Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 19.55. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Rás2 samsendir við STAÐIÐ FM 101, so vestmenningar fáa lurtað við eisini. Í sendingini verður eisini fylgt við hvussu tað gongur millum KÍF og Team Klaksvík í Kollafirði. Tann dysturin byrjar eisini klokkan 20.
Ljóðsamrøður og myndatilfar kemur út á in.fo seinni í kvøld.