Rósa og Rigmor eru skelkaðar

ELDRARØKT OG ÓRØKT Eg eri ikki stolt av at vera politikari, sigur Rósa Samuelsen og Rigmor Dam mælir til at taka neyðug stig alt fyri eitt

- Eg eri skelkað.
Tað er niðurstøðan hjá Rósu Samuelsen, forkvinnu í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum og fyrrverandi landsstýriskvinnu í almannamálum, eftir fundin í Miðlahúsinum týskvøldið har felagið Eldramálið varð stovnað.
Talan er um eitt felag ið skal røkja áhugamálini hjá teimum, sum hava brúk fyri heimarøkt og teimum, sum eru á bústvnum.
Á fundinum reistu avvarðandi og starvsfólk seg upp, kropp av kroppi, og fortaldi eina ræðusøgu fyri og aðra eftir um, hvussu ring støðan er hjá eldri og óhjálpnum
- Í kvøld eri eg ikki stolt av at vera politikari og eg má viðganga, at eg eri eitt sindur skelkað, sigur Rósa Samuelsen.
Umframt hana, fingu vit bara eyga á tríggjar aðrar landspolitikarar á fundinum, Rigmor Dam, Kristionnu Winther Poulsen og Jónu Mariusardóttir Mortensen.
- Eg kann ikki vera stolt, tá ið fólk hava tað ringt og vit ikki fáa hjálpt teimum, sigur Rósa Samuelsen.

Rættiliga álvarsligt
Hon sigur, at tað, fólk fortelja um støðuna, er rættiliga álvarsligt, tí tað skal nógv til áðrenn fólk reisa seg soleiðis upp á einum fundi at greiða frá, hvussu vánalig støðan er.
Sjálv var Rósa Samuelsen landsstýriskvinna í Almannamálum í trý ár í seinastu samgongu, tá ið stórar sparingar eisini vóru.
Kortini heldur hon ikki, at hon kann ábyrgjast fyri vánaligu støðuna, sum er íkomin nú.
-Eg royndi, tað eg var ment. Men trupulleikin var, at tá var djúp kreppa tí bar ikki til at fáa hægri játtan.
Tá ið tosað verður um sparingar á eldraøkinum, rógva politikarar í samgonguni altíð aftur á bygnaðin í almannaverkinum.
Tann trumfin dregur Rósa Samuelsen eisini.
- Tað er ongin ivi um, at bygnaðurin má kollveltast, tí vit hava ikki ráð til at hava eina so stóra umsiting, sum vit hava, tí peningurin má fyrst og fremst koma brúkarunum til góðar.
At broyta bygnaðin er ikki løtuverk og á fundinum í Miðlahúsinum varð ferð eftir ført ført fram, at tað er bráðneyðugt at játta meiri pening til øki. Hvat gera tit við tað?
- Nú fekk eldraøkið eina eykajáttan á 4,1 millión, sum skuldi taka broddin av sparingunum, men samstundis skal bygnaðurin endurskoðast.
Rósa Samuelsen heldur ikki, at vit hava ráð til ein bygnað, har vit hava eina fasta nevnd fyri alt landið, sum skal gera av, hvør skal sleppa á ellis- og røktarheim. Tað merkir, at søkir eitt fólk í Sumba um at sleppa á bústovn, skal nevnd úr Havn suður at meta um støðuna. Tað er ein skipan, ið kostar 1,8 millión og tað hava vit ikki ráð til.
So frægt álit eiga vit at hava á fakfólkið kring landið, at tey sjálvi duga at meta um støðuna.

Bóru pengarnar aftur
Rósa Samuelsen nevnir eisini eitt annað dømi um, hvussu fløktur bygnaðurin er.
Í hennara tíð sum landsstýriskvinna, fekk Almannaøkið eitt árið eina eykajáttan á tríggjar milliónir krónur, men tá ið árið endaði, fullu fýra milliónir aftur í landskassan, tí ongin hevði funnið útav at brúka pengarnar …
- Tað er ongin ivi um, at tað er galið við bygnaðinum.
Hon sigur, at vísir tað seg, at støðan er ótolandi, ivast hon ikki í, at eldraøkið fer at fáa eina hægri játtan.
- Eitt, sum er grundleggjandi er, hvussu lutfallið er ímillum starvsfólk og búfólk á einum stovni og tað er ein spurningur, greiða skal fáast á nú. Er tað ikki nøktandi, ivist eg ikki í, at ein eykajáttan verður latin, sigur Rósa Samuelsen.
- Men vit mug tryggja okkum, at pengarnir enda á røttum staði og koma brúkarunum til góðar, leggur hon afturat.
- Tað er ómetaliga týdningarmikið, starvsfólkini eru nóg nógv í tali, eisini fyri trygdina. Er ein bústovnur undirmannaður, kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar, skuldi tað hent, at eldur kemur í, ella onnur vandastøða tekur seg upp.
Rósa Samuelsen sigur, at aðrastaðni verður sagt, at tað er hóskandi at eitt starvsfólk er til hvørt búfólk. Men á fundinum í Miðlahúsinum týskvøldið varð upplýst, at í Føroyum er 0,85 starvsfólk fyri hvørt búfólk.
- Tað er rættiliga órógvandi, sigur hon.
- Men tað hevur eisini týdning at kanna heimarøktina, tí vit hoyra javnan um fólk, sum søkja á ellis- og røktarheim, bara tí at heimarøktin ikki er nøktandi.

Streingja á
Tað var ein annar landspolitikari, sum tók orðið á fundinum. Tað var Rigmor Dam og eisini hon var skelkað av tí, hon hoyrdi.
- Tað, sum fer fram í dag, kunnu vit ikki bjóða fólki, staðfesti hon.
- Støðan er akutt og nú má alt gerast, sum kann, fyri at bøta um støðuna og tað má vera alt fyri eitt.
Sjálv ásannaði hon av tí, at hon situr í andstøðu, er hennara ávirkan avmarkað, so hon fær ikki gjørt annað enn at streingja á.
Les fleiri greinar í blaðnum í dag um sama evni.