Rósa Samuelsen brýtur álitið niður

Sparingarnar á eldraøkinum, sum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur stungið út í kortið í Suðuroy, eru brot á tær avtalur, sum eru gjørdar í samgonguni. Tað sigur Hans Pauli Strøm, talsmaður Javnaðarfloksins í almannamálum, í opnum brævi til landsstýriskvinnuna, sum hann eisini hevur sent Sosialinum.

Eftir tí leisti, Nærverkið hevur skorið fyri Suðuroy, skulu bara 18 búfólk takast inn nýggja ellis- og røktarheimið í Vági fyri at spara, hóast pláss er fyri 24 fólkum.

Orsøkin til tað, er at upprunaliga var ætlanin at spara 2,7 milliónir á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri við at niðurleggja átta tvímannakømur og gera tey til einmanskømur.

Men tá ið undirtøka ikki fekst fyri tí, er ætlanin at leggja helvtina av hesi sparing á nýggja heimið í Vági og avleiðingin av tí verður, at seks búpláss skulu sparast burtur.

Hans Pauli Strøm staðfestir, at hetta hevur landsstýriskvinnan ikki fingið undirtøku fyri í samgonguni og hon hevur heldur ikki kunnað um tað.

Talsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum sigur hinvegin, at landsstýriskvinnan hevur fingið játtan til at manna øll búplássini á nýggja heiminum í Vági.

Tí er er hendan spariætlanin politiskt álitisbrot móti samgongufeløgum, staðfestir Hans Pauli Strøm.

Men hann leggur afurtat, at hann vónar at landsstýriskvinnan er greið yvir tað og tí hugsar seg um enn einaferð, áðrenn hon ger nakran skaða, sum hann málber seg.