Rúsan er tann vánaligasta í Norðanlondum

Tað er skotsmálið, sum Arne Renold, serfrøðingur í víni, gevur Rúsdrekkasølu landsins. Sjálvt á Svaldbard er úrvalið av víni betri enn í Føroyum

Fyri 20 árum síðani hevði einkarsølan í Noreg eini 600 ymisk sløg av víni at bjóða norðmonnum. Tá var einkarsølan einasta fyritøka, sum hevði loyvi til at innflyta og selja rúsdrekka. Síðani tá er lógin broytt soleiðis, at aðrir innflytarar eisini sleppa at innflyta vín og at selja til teirra, sum hava skeinkiloyvi. Tað er framvegis bert einkarsølan, sum hevur loyvi at selja rúsdrekka – júst sum í Føroyum.
– Norska rúsdrekkasølan er eitt gott dømi um, hvussu ein einkarsøla kann mennast við kapping, hóast hon heldur fram sum einkarsøla.
Tað sigur Arne Renold, sum er blaðstjóri á blaðnum Vinforum og tann fyrsti í Noreg við titlinum »Master of Wine«. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, eitt nú »Verdt å vite om vin« og árligu »Beste vinkjøp« bøkurnar. Hann er útbúgving sivilverkfrøðingur í alisfrøði frá NTH í Tróndheimi í 1981 og hevur arbeitt fyri Det norske Veritas. Vinforum stovnaði hann í 1986.
– Hóast eg havi búð í Noreg í 30 ár, so eri eg uppvaksin í Danmark. Har vóru vit von við eina liberala skipan í sambandi við sølu av rúsdrekka. Tá eg fór til Noregs at lesa, gjørdist eg milt sagt ovfarin yvir skipanina í Noreg, og mær dámdi als ikki skipanina við einkarsøluni, sum var tá. Tí setti eg á stovn »Vinforum«, sum var eitt slag av uppreistri móti einkarsøluskipanin, sum var so ókvalifiserað og dugdi so illa at selja vín til norðmenn.
Tað sigur Arne Renold, sum júst hevur verið á vitjan í Føroyum.

Úrvalið fimmtifaldað
– Í fyrstuni var eingin áhugi hjá einkarsøluni at lurta eftir kritikkinum frá okkum, men síðani er nógv broytt. Tí frá ikki at kunna tosa saman, so fingu vit eitt positivt samskifti í lagi, og í dag haldi eg, at tann norska einkarsølan er tann besta av teimum fimm norðurlendsku einkarsølunum, sigur Arne Renold.
– Eg kann vísa tað við einum lítlum dømi: Fyri 20 árum síðani hevði einkarsølan eini 600 sløg av víni at bjóða sínum kundum. Í dag kanst tú falda hetta talið við 50 – og vit hava eini 12.000 sløg av víni at velja millum. Hetta er ikki bara ein broyting, hetta er ein kollvelting, heldur Arne Renold.
– Men tá eg so komi til Føroya og síggi Rúsdrekkasøluna, so má eg bara staðfesta, at støðan er nógv verri, enn hon var í Noreg fyri 20 árum síðani, sigur hann.
– Tit hava kanska eini 370 sløg av vínum at velja í. Men tann stóri munurin í mun til Noreg fyri 20 árum síðani er, at har vóru hóast alt kvalitetsvín at velja ímillum. Tað eru tað ikki í Rúsdrekkasøluni, sigur Arne Renold, sum sigur seg kunna staðfesta, at Rúsdrekkasøla Landsins bera velur sítt úrval út frá handilsligum fortreytum.
– Tá tú hevur einkarsølu, so setir tað krøv, sum fevna breiðari enn bara at vera ein góð forrætning. Tú skalt servisera alt Føroya fólk, og tí skal einkarsølan hava tað margfeldni, sum skal vera eins gott og um tit høvdu fría rúsdrekkasølu, tá tað snýr seg um breidd í úrvali, typur av víni og góðsku, sigur hann

Rúsan hugsar als ikki um góðsku
Arne Renold sigur, at ein einkarsøla eigur at keypa inn soleðis, at tey kunnu hava eitt útboð, sum eisini endurspeglar vínmentanina hjá ymsu londunum.
– Eitt dømi er Týskland. Eg sá bara fimm týsk vín í yvirlitinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, og tað vóru als ikki vín, ið eru umboðandi fyri Týskland. Kravið er heldur ikki, at tað skulu vera dýr vín, men tey bíligu kunnu eisini hava góðan kvalitet, sigur Arne Renold.
Hann sigur víðari, at Rúsan eftir øllum at døma bara keypir tey vín, sum selja. Har verður als ikki hugsað um tey, sum eru vínáhugað, tey, sum leita eftir góðsku. Tað eru nógvir smáir vínframleiðarar í Evropa, sum framleiða bílig vín við høgari góðsku.
– Men so at siga einki av hesum er at fáa í Rúsuni. Har eru bara stórir kommersiellir framleiðarar at síggja, sigur hann.
– Um eg var innkeypari í Føroyum, so hevði eg í øllum førum keypt eina bíliga Riesling frá einum góðskuframleiðara. Hana kanst tú fáa fyri 100 krónur í Rúsuni. Men slíkt er púrasta valt frá, og tað haldi eg er trist, sigur Arne Renold.

ES broytti einkarsølurnar
Eitt er vánaliga úrvalið, vit hava. Men sambært Arne Renold, so er sjálv skipanin tann stóri trupulleikin. Ikki tað, at vit hava eina einkarsølu, men at vit hava ta vánaligastu einkarsøluna í Norðurlondum.
Vit hava fimm einkarsølur í Norðurlondum: Ísland, Noreg, Finnland, Svøríki og Føroyar hava skipanir við einkarsølu, meðan Danmark og Grønland hava fría rúsdrekkasølu.
Men tað er ikki tað, sum er trupulleiki, sambært Arne Renold.
– Rúsdrekkasølurnar í Norðurlondum tosa javnan saman. Tá føroyska einkarsølan varð sett á stovn fyri 20 árum síðani varð tað gjørt eftir sama leisti, sum í hinum fýra londunum. Men allar hesa fýra einkarsølunar hava broytt seg seinastu 20 árini frá at vera totalt monopol bæði við sølu og innflutningi, til bara at vera sølumonopol, vísir Arne Renold á.
Har eru framleiðslu- og innflutningseinkarrætturin tikin av. Orsøkin til tað eru krøv frá ES, sum Svøríki og Finnlandi máttu fylgja, tá tey í 1994 gjørdust limir í ES, og EBS avtalan við ES, sum Ísland og Noreg hava undirskrivað.
– Hetta hevur broytt viðurskiftini til tað betra fyri allar partar. Brúkararnir mugu framvegis í einkarsølurnar at keypa, men hotel og matstovuvinnan kann keypa beinleiðis frá innflytarum, sum eisini selja til einkarsølurnar, sigur Arne Renold.
Í Noreg hevur hetta ført til, at einkarsølan í dag bert innflytur millum átta og tíggju prosent av øllum rúsdrekkainnflutninginum.

Rúsan eingi fakfólk
Í Føroyum mugu øll skeinkistøð keypa frá Rúsuni fyri sama prís, sum øll onnur. Úrvalið er einki serligt, og als einki til tað, sum verður nevnt »fine-dining«. Um eitt skeinkistað ynskir eina vøru, sum ikki fæst í Rúsuni, so má hann biðja Rúsuna bestilla vøruna heim. Tá skulu danski innflytarin hava sín vinning, Rúsan skal hava sín vinning og so hongur tað als ikki saman.
– Tað er sera løgið, at Rúsdrekkasølan í Føroyum ikki ger tað sama, sum hinar einkarsølurnar hava gjørt, heldur Arne Renold, sum eisini vísir á ein annan veikleika hjá Rúsdrekkasøluni:
– Tey, sum keypa inn fyri Rúsuna hava als onga útbúgving. Tey hava kanska handisútbúgving, men onga vínútbúgving. Vín er eitt fak. Tað hevur tikið mær nógv ár at vinna mær tann førleika, eg havi innan vín í dag. Men tá tað als ikki verður hugsað um tað hjá Rúsdrekkasøluni, so verður skilið har eftir, og tað er ein orsøk til, at støðan er so ring, sum hon er, heldur hann.

Úrvalið verri enn á Svalbard
Sum dømi um, hvussu ein lítil einkarsøla kann gera, vísir Arne Renold á rúsdrekkasøluna á Svaldbard.
Í Longyearbýnum búgva 2.400 fólk, og har hava tey eina einkarsølu. Men har er úrvalið munandi betri enn í Føroyum, sigur hann.
Orsøkin til tess er, at tey hava gjørt eina deild undir norsku rúsdrekkasøluni. Á Svalbard eitur einkarsølan Nordpol. Tey kunnu sum partur av norsku einkarsøluni trekkja upp á alt tað, sum norska einkarsølan hevur at bjóða.
– Eg vil siga, at um eg hevði verið føroyskur politikari – ella havt ábyrgd av Rúsdrekasølu Landsins, so hevði eg hildið tað verið eitt gott hugskot at gjørt eitt samstarv við onkra av teimum norðurlendsku einkarsølunum – eitt nú ta norsku, sum er nógv tann besta, sigur Arne Renold.
Hann sigur, at broytingin hevði verið, at onnur eisini høvdu kunna innflutt rúsdrekka og selt til loyvishavarar og Rúsdrekkasølu Landsins.