Rúsdrekka er ikki bert rúsandi løgur

Dávid Isfeld, Hósvík
--------

Eftir at hava lisið greinir hjá Bjørt Samuelsen og Dánjal Jákup Meinertsson um okkara ivasama rúsdrekka politik, vil eg fegin koma við einum ískoyti til hetta kjak. Vit hava nevniliga tørv á kjaki og síðani viðgerð av hesum máli, ikki sannheit Jógvan á Lakjuni?
Heimurin, og Føroyar við, er í búskaparkreppu. Hvat gera hægstu myndugleikar í Føroyum við hetta? Minst møguligt. Tjóðveldi leggur eitt uppskot fram, sum kann betra um framleiðslu, sølu og sostatt kappingarføri hjá einum parti av vinnuni. Uppskotið um at bryggja sterkt øl er vælkent og er tískil óneyðugt at siga meira um tað. Føroyar og føroyingar hava tørv á fleiri inntøkum. Uppskot verður lagt fram um eina nýggja framleiðslu, ið hóskar seg væl til útflutning, men tað fellur í tinginum. Í staðin fyri at arbeiða vinnuni at frama, sum bráneyðugur tørvur er á, so mótarbeiðir okkara løgting ein part av vinnuni. Hvat skulu vit hava slíka tingmanning til?

Reglufastur etikkur
Sum Dánjal Jákup Meinertsson vísti á, so segði Ingi Mohr sáli, at vit ikki eiga at gera rúsdrekkalógir út frá rúsdrekkamisnýtarum. Hesum eri eg púra samdur við. Hetta ljóðar sum eyðsýndur logikkur. Men Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jógvan á Lakjuni og aðrir samsintir politikarar lóggeva júst eftir teimum skaðiligu dømunum av rúsdrekka. Tað er eisini greitt, at um teir ráddu einsamallir, hevði als einki øl, vín ella onnur rúsdrekka verið í Føroyum. Eg kann uttan himpr ásannað, at rúsdrekka í summum førum er skaðilig, men tað er ein bilur eisini og ein byrsa. Skulu vit lóggeva eftir hvat er skaðiligt, antin heilsuliga ella sosialt, og skulu vit síggja alt hetta sum etisk mál, ja men so gera vit tað. Men skal nakað skil vera á, so mugu vit vera regluføst um hetta; annars er bert talan um tann alt ov sjónliga og altíð hjástadda dupultmoral við teimum sjálvtænandi útveljingum, sum altíð rekst í kjalarvørrinum á etiska skipinum.
Men latið okkum líka útliva tankan um reglufasta lóggeving viðvíkjandi misnýtslu; altso har ein ekstremur atburður og forhold hoyrir til: Vit hava rúsdrekkamisnýtarar, so vit bannað rúsdrekka; vit hava “fartbøllar”, sum drepa og skaða ósek fólk, so vit bannað bilar; vit hava yvirvektig fólk, sum eru útset fyri happing og lágum sjálvsvirði, so vit bannað chips, sjokolátu, rómakøkur o.t.; vit hava Bíbliu-misnýtarar (kristnar fundamentalistar), so vit bannað átrúnað. Ein kundi hildið á fram.
Álvaratos, hvussu nógv argumentatión skal til, áðrenn sensururin frá teimum víðgongdu kristnu (eg eri eisini kristin) verður settur til viks, til frama fyri sakliga og demokratiska viðgerð av rúsdrekkalógini? Meirilutin av Føroya fólki eru ikki samd við Jenis, Jógvan, Bill og teimum. Ein kanning var eisini gjørd, har yvir 60 % av teimum spurdu vildu hava øl og vín í matvøruhandlarnar.

Ljóta og vanvirðiliga heiti “rúsdrekka”
At bólka øl og vín undir heitinum rúsdrekka er eitt keðiligt og óestetiskt fokus at leggja á hesar leskidrykkir, tí teir eru nevniliga tað fyrst av øllum: leskidrykkir. Orðið “rúsdrekka” leggur bert dent á virkningin, og sigur einki um góðsku ella smakk – eitt typiskt óestetiskt og neiligt føroyskt heiti. Øl og vín eru gamlir, mentaðir og óskaðiligir leskidrykkir. Øll ovurnýtsla er ring og skaðilig. Tað er sanniliga eisini galdandi fyri grind og spik, kakur, sjokoláta, sodavatn o.s.fr. Sum Shakespeare skrivaði í leikriti sínum “Julius Caesar”: “The fault, dear Brutus, is not in our stars, but in ourselves.” Hetta sitat sipar til, at ljótar gerðir ella útsagnir koma ikki uttanífrá, men innan í okkum sjálvi. Tað er einki galið við øl og vín ella aðrari rúsdrekka, tað er okkum sjálv tað er galið við, um vit gera nakað ljótt í fylliskapi. Skulu vit taka ábyrgdina frá vaksnum fólki, við at lóggeva um hvat tey mugu og ikki í síni frítíð? Og hví halda okkara sjálvútróptu kristiligu “übermench”, at tað eru teir, sum eru ein minniluti, ið skulu ráða yvir restina av okkum? Tað er heldur ikki upp til politikarar at siga, hvat fólk hava loyvi til í teirri frítíð, tá tað ikki snýr seg um nakað ólóligt. Síðst eg visti var rúsdrekka lóglig í Føroyum, og so leingi rúsdrekka er lóglig er øll argumentatión ímóti bryggjan av sterkum øli og framleiðslu av aðrari rúsdrekka í Føroyum vitanarnoktilsi og annar illvilji.

So endaði ein aftur í Kána
Um rúsdrekka er av tí illa, ella frammanar tað illa, so gjørdi upphavið til kristindómin eina dáragerð í brúdleypinum í Kána. Tað er tó ikki skapanin frá vatn til vín hjá Kristusi eg vil tosa um, men tað, at fólk tá virdu víni og høvdu eina meining um hvat var gott ella minni gott vín. Har var ein góðsku tilvitan um vín. Tað var nevniliga ikki bert ein rúsandi løgur; tað var ein leskidrykkur.
Eftir at høvuðskokkurin við brúdleypið í Kána hevur fingið vínið, sum Jesus hevði skapt, segði hann við brúðgómin:
“Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.” Joh. 2,10.
Her er heilt greitt talan um vín-mentan – ikki “rúsdrekka”. Vínið hjá Jesusi var gott, og tað var siðvenja at borðreiða við tí góða víninum fyrst, tí tey drukku fleiri gløs av víni, og gjørdust at enda drukkin; og sum flest fólk vita, er tað fyrsta glasið av víni tað besta. Sitatið úr Jóhannes evangeliinum sigur sostatt, at fólk vóru góðskutilvitaði um vín, og at tey drukku meira enn eitt glas, og tað hevði upphavið til kristindómin, Jesus Kristus, einki ímóti, annars hevði hann ikki gjørt vatn til vín.

Orð eru ikki “bert” orð
Orðið “rúsdrekka” leggur beinanvegin ein narkotiskan dám á og gevur neiligt hugasamband við fylliskap, og gevur sostatt neiligar tankar um t.d. øl og vín. Og tað er eingin orsøk til tað. Á enskum nýta teir orðið “spirits” um rúsdrekka. “Spirits” sipar sambært “Penguin English Dictionary” til tað glaða og lívliga menniskja: “...a cheerful or lively frame of mind.” “Spirit” merkir jú eisini andi ella sál. “Spirits” sipar sostatt til ein glaðan og lívligan sinnisstand, og tískil eina kenslu av sinnisligari vælveru. Meðan “rúsdrekka” sipar til tað at vera rúsaður, og tískil tað at missa sjálvræði á kenslum og atferð – bæði í gleði og øði. Orð eru altso ikki bara orð. Orð hava týdning og ávirka okkara fatan av tí, tey lýsa.