Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
Tað er alt ov lætt at koma sær framat fjølmiðlunum, við persóneksponering uttan stórvegis innihald. Júst tí varð tað at undirritaði, saman við øðrum góðum kreftum, kravdi at fakligur førleiki, varð eitt avgerandi kriterium, í samband við starvssetanir í Kringvarpi Føroya. Annars hevði Tjóðveldisflokkurin ikki tikið undir við nýggju Kringvarpslógini. So einfalt er tað.
Hvør gruggar
Seinnu árini hava vit sæð rættiliga stórar broytingar á miðlaøkinum. Netið er vorðið, helst fremsti, kunningarmiðilin. Frælsið er stórt sæð óavmarkað, og nógv eru tey sum undir læntum skortum, renna ørindi, spæla kispus og manipulera, inni á sokallaðu kjakheimasíðunum. Rot er um at koma í, og ein skal ikki vera serliga lesikønur fyri at skilja, at undir nógvum av hesum “kjakskortum”, búgva somu persónar, sum ganga aftur og aftur.
Ein annar trupulleiki í almenna kjakinum, er at nógvir av okkara kjakriddarum, ríða á nógvum gangarum. Eina løtu eru teir neutralir serfrøðingar, onkra aðra løtu er teir spunasmiðir, og triðju løtuna politiskir aspirantar. Og teir mest framkomnu hava uppaftur fleiri skortar at velja úr gekkarúgvuni.
Vanligi føroyingur skilir ikki spælið
Eftir stendur vanligi føroyingurin, og skilir valla hvør er hvør, og hvør sigur hvat. Superman í dag, er illimaður í morgin o.s.fr. Autoritetstrúgvin hjá stórum parti av fjøldini er somikið stór, “at tá útvarpið sigur tað, so...”. Ein annar stórur partur av fjøldini, er ókritiskur og líkasælur. Allir føroyingar áttu at havt álit á, at tíðindini í Kringvarpi Føroya, ikki eru innantómt gass, men kritisk, saklig tíðindi, har objektivitetur og sannleikavirði eru grundarsteinarnir. Men so er ikki.
Álítandi kringvarp
Eg eri samdur við tær í, at skulu vit hava eitt álítandi og sannleikaleitandi føroyskt kringvarp, so kostar tað meira enn føroyska samfelagið, í dag velur at nýta til endamálið. Hinvegin, so má kravið um fakliga styrki spíra innanífrá. Og her haltar. Skal fjórða statsvaldið takast í álvara, so eiga eginkrøvini at herðast, og tað munandi. Stórur partur av føroysku miðlunum, virka í dag sum lýsingastovur og politiskir ørindadreingir, heldur enn at hjúkla um fólkaræðið, við spyrjandi, leitandi og sakliga upplýsandi tilfari.
Politiski persónurin Páll
At undirritaði eina løtu velur at steðga á, og umhugsað eina møguliga politiska framtíð, er ikki ónatúrligt. Politikkur er farin við ómetaliga nógvari tíð og orku farnu árini. Onkrir leikir á liðnum hepnir, aðrir minni. Soleiðis er nú einaferð. Í landspolitikki er onki at ivast í at tjóðskaparspurningurin, hevur verið sera avgerandi fyri mína politisku sál. Og apropos sál, so eru tað fyrst og fremst sál, vilji, og álit, sum eru avgerandi tættir í politikki, sambært mínari sannføring, og í minni mun “spin”, gykl og sleiskni fyri øðrum.
At tjóðskaparligu kyrrindini, renna saman við stórum avbjóðingum í privatlívinum, ger tað ikki meira forkastiligt at hugsa seg um á lívsleiðini frameftir.
Eg, á mínum sjónliga politiska gangara, komi til garðs ein dag, Sjúrður. Eg renni ikki ørindi fyri nakran. Um tú vá á orminum, og vann tær tiltrongda eksponering, eisini hesuferð, er helst sjónligt hjá teimum flestu. Valið nærkast ikki bara hjá okkum, sum eru vald á ting.
Takk fyri íkastið.