Tað vísti seg kortini, at grindin og springararnir gekk í fleiri bólkum. Og tá samanum kom løgdu tveir bólkar beinini annar í Klaksvík og hin á Gøtusandi.
Tað gekk skjótt við sjálvum drápinum. Í Gøtu løgdu 28 hvalir og sjey springarar beinini.
Frá løgregluni í Klaksvík verður upplýst, at grindin sum legði beinini har var 24 hval.
Tá alt var skorið upp og nýtt sundur vóru íalt 471 drápspartar av hesum fóru teir 336 partarnir til bátarnar og hinir 135 til grindamenn.
Íalt var drápsparturin í Klaksvík 0,4 skinn.
Hetta kom helst væl við hjá klaksvíkingum. Sambært eini kanning millum lesararnar á heimasíðuni hjá Norðlýsinum var fesk grind á borðinum hjá fjórða hvørjum teirra.