Rætting til grein um SvF

Feilur var í greinini um SvF

Í greinini í blaðnum mikudagin, um at marknaðarleiðarin í SvF, Gunnhild á Rógvu Olsen, hevur sagt seg úr starvi, varð sagt, at hon í eina tíð hevur havt ábyrgdina av fíggjarliga virkseminum.

Hetta er skeivt. Í stuttari rættleiðing upplýsir Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, at hann, frá 1. januar 2000 hevur konstituerað marknaðarleiðaran, sum fíggjarstjóra. Vit biða Gunnhild og SvF um umbering fyri mistakið