Í gjárkvøldið, mánakvøldið, skuldi skúlin á Argjum skipa fyri kunnandi fundi fyri foreldrum um framhaldsdeild og breytir.
Men Føroya Lærarafelag heitti á limir sínar um ikki at luttaka, fyrr enn viðurskiftini hjá felagnum eru komin á pláss í samband við sáttmálasamráðingarnar.
Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Lærarafelagnum, sigur, at talan er ikki um, at felagið nú setur tiltøk í verk.
- Vit hava bert mælt limum okkara frá at luttaka á fundum. Hetta hevur við arbeiðstíðina at gera og er partur av tí, ið verður lagt eyka oman á lærarastarvið. Vit hava bert rátt teimum frá at luttaka, til viðurskiftini eru komin á pláss, so er tað upp til teir sjálvar, um teir luttaka ella ikki, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.
Skúlastjórin á Argjum, Mortan Dalsgarð, ætlaði í gjár at hava fundin. Hann væntaði ikki, at lærarar luttóku, men ætlaði sjálvur at hava fundin fyri foreldrunum, tí nú hevði hann biðið tey komið á fund.
Tíðindini um áheitan felagsins til limirnar hevði hann júst fingið, tá blaðið prátaði við hann klokkan 14:30 í gjár.
Tann 1. mars hevur Føroya Lærarafelag lýst arbeiðssteðg og blokadu, um semja ikki er funnin í sáttmálasamráðingunum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.