Ørðvísi formansfrágreiðing

Formansfrágreiðingin hjá Jóannesi Eidesgaard á landsfundi Javnaðarfloksins í kvøld var ein ørðvísi formansfrágreiðing samanborið við undanfarnar frágreiðingar.

 

Hetta hevur Javnaðarflokkurin gjørt við tí endamáli at fáa eina meira áhugaverda frágreiðing, ið kann føra til eitt lívligt og gevandi orðaskifti.

 

Formansfrágreiðingin er í ár skipað á nøkulunda sama hátt sum løgmansrøðan. Formaðurin kemur fyrst við einari yvirskipaðari frágreiðing, og síðani leggja tingmenninir hvør í sínum lagi fram frágreiðingar um tey málsøki, teir vanliga taka sær av.

 

Vit prenta her formansfrágreiðingina hjá Jóannes Eidesgaard:

Góðu floksfelagar


Hetta er so okkara fyrsti landsfundur í nýggju øldini. Men hetta er eisini sjeytifimm ára føðingarár floksins. Tað var júst í 1925, at føroyingar settu eina nýggja og neyðuga dimensjón inn í føroyska politikkin, frælsishugsjónina, sum galt tann einstaka borgaran í víðastu merking. Og tí er tað eyðsæð eitt høvi til at taka saman um tað, sum farið er fram í farnu øldini, meðan Javnaðarflokkurin hevur verið við í føroyskum politikki, og samstundis eitt høvi at seta út í kortið fyri komandi øldina.


Tað kundi verið hugnaligt at gleðst yvir tey nógvu politisku brøgdini til samfelagsligar batar, sum okkara politisku forfedrar hava útint í verki, men tó munandi meira uppbyggjandi at finna kenda reyða tráðin frá teimum gomlu og spinna okkum eina gongda leið inn í nýggju øldina við sínum nýggju avbjóðingum.


Men eitt søguligt medvit er fortreytin fyri, at stungið verður rætt út í kortið, soleiðis at bygt verður oman á teir góðu varðarnar, meðan aðrir, sum eru hálvtrapaðir, verða tiknir niður.


Tað er ikki av reinari tilvild, at vit eru komin saman her í kvøld. Uttan iva kundi hvør okkara funnið ríkiligt av øðrum at tikist við eitt fríggjakvøld og ein langan leygardag enn at sitið her úti á Frælsinum í Havn. Men tó er tað okkurt, sum dregur okkum. Okkurt sum ger, at vanligu leygardagsskyldurnar nú máa hvíla.


Hví søkja vit felagsskapin av góðum javnaðarfólkum?


Jú, vit eru sannførd um, at tað, sum bindur okkum saman, er ein trúgv uppá, at vit hava tað besta politiska grundstøðið at standa á. Vit eru sannførd um, at okkara politiska fundament er so gott, at tað er okkara skylda at bera boðskapin víðari. Vit kunnu ikki leggjast á boðini, men alla tíðina virkin bera politisku boðini út um demokratisku sosialismuna.


Og henda landsstevnan skal geva hvørjum einstøkum og øllum í felag ein íblástur, eina styrki og eina motivatión til at fara víðari fram á politisku kós okkara at skipa karmar fyri einum samfelag, sum gevur møguleikar og lívsvirðir. Eitt samfelag, har hvør kennir egnan týdning og egnar skyldur. Eitt samfelag, sum setur okkara frælsi til eitt virki og viðkomandi lív í hásætið.


Og alt hetta kemur ikki av sær sjálvum. Alt hetta krevur ein virknan Javnaðarflokk, sum umframt at vera á varðhaldi eisini í einum treisknum stríði áhaldandi tekur okkara mál fram. Tað er ikki at falla í fátt, men at herja á aftur, um ikki málið verður nátt í fyrstu atløgu.


Og sanniliga er tað heldur ikki at falla í fátt, um tað mangan rekur hart á kíkin. Tá skal sannføringin um, at vit javnaðarfólk hava eina skyldu mótvegis okkara medborgarum til eitt áhaldandi stríð, geva okkum styrki til at bera ágang og mótstøðu.


Og so løgið tað ljóðar, so liggur kíkurin næstan umdir, um tað rekur henda vegin ella handa vegin. Tá tað snýr seg um ríkisrættarligu støðu okkara, so standa vit í andsøgn við teir ráðandi í landinum, og snýr tað seg um borgarliggeringina av samfelagnum ella høgrasnaringina, so standa vit einsamallir sum verjar av einum samfelag, har kapitalisman og marknaðarkreftirnar ikki sleppa ótálmaðar at virka.


Men kíkurin fer ongan veg, um hart rekur á hann. Standarin niður á botn er sterkur, og varpið á botni fer ongan veg. Vit hava eitt gott grundstøði at standa á, og vónandi vil eisini hesin fundurin geva okkum øllum styrki og áræði til framhaldandi stríð. Og einaferð fer sjóvarfallið at linka, og einaferð fer tað at venda. Tá er umráðandi, at vit hava gjørt okkara arbeiði og eru til reiðar.


Og så til vores danske gæst Ole Løvig Simonsen, næstformand for Folketinget.


Kære Ole, hjertelig velkommen til vores kongres her i Torshavn.


Må jeg udtrykke min tilfredshed med, at vi trods alt er nogle stykker tilbage såvel på Færøerne som i Danmark, der er i stand til at diskutere og behandle vores forfatningsmæssige relationer i en respektabel atmosfære. Dette er øverste punkt på den politiske dagsorden, som vi er fælles om, og en løsning må findes. Men for os i vores parti er det desuden meget vigtigt, at vi finder frem til den rigtige løsning.


Lad mig understrege, at det er af uhyre stor betydning for hele processen, at netop disse forhold bliver behandlet med værdighed fra begge parter, da det er forudsætningen for, at reslutatet kan blive et resultat, som vi stolt kan vise frem for vore medborgere og for vore efterkommmere. Og dette er ikke et uopnåeligt resultat.


Endu engang velkommen Ole.


Øðrvísi formansfrágreiðing


Formansfrágreiðingin á hesum fundinum verður eitt sindur øðrvísi, enn hon vanliga plagar at vera, meðan flokkurin er í andstøðu. Har henda fyrr var ein einsamøll frágreiðing frá formanninum um gongdina í farna ári og um ætlanir fyri komandi ár, so hava vit í ár valt at gera tað á tann hátt, at fyrst gevur formaðurin eina meira ella minni yvirskipaða frágreiðing, og síðan fara tingmenninir hvør í sínum lagi at leggja fram frágreiðingar um tey málsøki, sum vit í tí dagliga hava býtt okkara millum.


Hetta skuldi givið eina meira áhugaverda frágreiðing, sum so vónandi eisini í seinna enda kann føra til eitt lívligt og gevandi orðaskifti.


Ríkisrættarliga støðan

Sitandi samgonga og sitandi landsstýri settu sær sum mál at loysa frá Danmark. Hetta var og er framvegis høvuðsboðskapur teirra.


Neyvan nakað mál hevur nakrantíð fingið so nógva umrøðu í so langt eitt tíðarskeið sum ríkisrættarliga støða okkara.


Neyvan nakar politiskur fundur er hildin seinastu tvey til trý árini, uttan at júst hetta evnið hevur verið høvusevnið. Og okkara fjølmiðlar bløð, útvarp og sjónvarp hava sanniliga heldur ikki hildið seg aftur, tá tað um fullveldisætlan landsstýrisins ræður.


Men fyrst og fremst hevur okkara politiski gerandisdagur frá morgni til myrkurs verið merktur av viðurskiftunum millum Føroya og Danmark, eins og stórur partur av okkara almennu umsiting ikki hevur havt stórvegis stundir til annað arbeiði.


Men hóast hesa risaorku, sum løgd er í arbeiðið hjá landsstýrinum, og hóast kostnaðin av hesum arbeiði, so er líkt til, at vit stórt sæð tøva í tí sama og eru ikki komin longur.


Gott tað sama, vilja tey flestu siga, men hin vegin er veruleikin jú tann, at ein loysn má finnast á spurninginum. Hann er settur á dagsskrá, og hann fer ikki av aftur dagsskrá, fyrr enn ein loysn er funnin.


Føroya Javnaðarflokkur hevur fráboðað fólki og flokkum okkara loysn, sum flokkurin so dyggiliga tók undir við á eykalandsfundi í februar í ár.


Og var okkara loysn við eini sjálvstýrislóg viðkomandi í februar, so verður hon uppaftur meira viðkomandi fyri hvønn dag, sum gongur. Og besta prógv um hetta er tann ágangur, sum flokkinum er fyri. Og orsøkin er einføld tann, at okkara mótstøðufólk so væl vita, at júst okkara loysn er størsta hóttanin ímóti fullveldisætlanini.


Vóru teir fullvísir, so høvdu teir neyvan givið okkum og okkara sjálvstýrislóg so miklan ans. Skinklandi tilgongd teirra og ein menskari útmelding frá okkum ger, at kjakið alt meira verður eitt stríð millum samgongu og Javnaðarflokkin.


Men ikki eru teir tó verri fyri enn so, at teir eisini duga at síggja, at ein eintáttað herferð ímóti Javnaðarflokkinumi í síðsta enda bert kemur at gagna okkum. So nú hava teir alt meira eisini lagt á ein annan bógv.


Og tað er at halda einum potti á kók, har súpanin er kryddað við øllum tí, sum kann fáa føroyingar at venda sær frá dønum og tí samstarvi, sum vit hava verið saman um. Við beráddum huga síggja vit, at landsstýrið leggur eina kollisiónsætlan fyri og aðra eftir. Samanbrestir eru vorðnir eitt mál í sær sjálvum.


Fyrst høvdu vit málið um støðuna hjá føroyska málinum. Kenna tit tann føroying, sum ikki vil okkara máli tær bestur treytir og sømdir? Kenna tit tann føroying, sum ikki er góður við okkara móðursmál? Men tó taka serliga tjóðveldismenn sær einkarætt til at vera málsins sonnu verjar.


Men vit javnaðarfólk kunnu bert boða tjóðveldismonnum og øllum øðrum frá, at tað verður eingin yvirlýsing ella konventión, sum fer at gera av, hvussu nógv vit javnaðarfólk virða og elska okkara móðurmál. Okkara kærleiki til málið og alla føroyska mentan býr í okkara hjørtum og hevur ikki fyri neyðuni at verða skrivaður niður í konventiónir ella annað. Okkara kærleiki er ikki formellur, men reellur.


Síðan var næsti samanbrestur ein avtala um fiskivinnusamstarv millum føroyingar, íslendingar og grønlendingar, sum kom tvørt fyri. Men løgið tykist tað, at vit nú skulu hava trupulleikar á hesum øki, tí alt síðan 1975 hava føroyingar stórt sæð uttan uppíblanding avgreitt allar spurningar á fiskivinnuøkinum.


Í triðja lagi verður bræv sent til ST, har allar vanligar siðvenjur fyri slíkum áheitanum verða skúgvaðar til viks. Knappliga førir landsstýrið seg fram, sum fullveldið var vorðið ein veruleiki. Hóast týðiligan politiskan undirtóna í brævinum, so vil eingin av politikkarunum seta egna navn undir.


Og í fjórða lagi gevur løgmaður boð um, at hann vil hitta aðalskrivaran í Nato á máli. Og løgmaður og hansara ráðgevarar vistu fullvæl, at eisini henda áheitanin kundu fara av sporinum. Eydnaðist tað løgmanni at fáa danska uttanríkisráðharran at spæla við í bæði ST-málinum og í Nato-málinum, soleiðis sum løgmaður sjálvur ætlaði, so hevði hann nátt málinum. Og tað eydnaðist til fulnar, tí danski uttanríkiráðharrin gav tað mótspælið, sum landsstýrið ynskti.


Og aftur fór at prutla í haturspottinum, og tað var málið.


Løgmaður mistók seg ikki so lítið, tá hann helt seg skula undirbyggja egnu grundgevingar við at siga, at har síggja tit, grønlendingar teir spáka beinleiðis inn í Pentagon uttan trupulleikar, men vit sleppa einki. Men hví kunnu grønlendingar fara á fund um verjupolitikk í Pentagon? Jú, tí teir høvdu fyrireikað málið á røttum stað í tí rætta andanum. Hví kundi Edmund Joensen sum løgmaður fáa fund við Jacques Delors og Santér? Jú, hann fór fram á rættan hátt.


Og so sigur løgmaður, at trupulleikin er okkara heimastýrislóg. Tað kann hann hava partvíst rætt í, men hann noyðist nú at liva við hesi lóg so leingi, sum hon er í gildi. Løgmaður kann ikki av sínum eintingum skúgva lóggávu til viks, sum honum ikki dámar. Hvat um aðrir borgarar gera tað sama?


Javnaðarflokkurin vil heldur enn gjarna hjálpa honum og øðrum til at taka heimastýrislógina av, men tó á rættan hátt.


Nato-málið hevur umframt hetta, eg longu havi nevnt, eisini ta ótrúligu slagsíðu, at hetta mál ongantíð er komið fram á løgtingi ella í uttanlandsnevndini, soleiðis sum okkara stýrisskipanarlóg fyriskrivar.


Eitt er at landsstýrið ikki virðir tær siðvenjur, sum eru galdandi í uttanlandssamskiftinum, men verri er, at landsstýrið ikki virðir okkara fólkavalda løgting so mikið, at eitt mál, sum Nato-málið, als ikki verður tikið upp.


Løgið, tá hugsað verður um mongu aðalorðaskiftini, sum verið hava, og sum eru fráboðaði.


Fleiri ferðir hevur Føroya Løgting samtykt, at Føroyar skulu vera leysar av øllum hernaðarligum samgongum, og at fremmant hervald ikki skal vera á føroyskari jørð. Men hesir menn arbeiða, sum um løgtingið als ikki var til. Fullkomiliga ísakøld fyri tí, sum løgtingið hevur sagt, arbeiðir samgongan nú fyri at lima okkum inn í Partnership for Peace, eisini hóast hetta møguliga merkir eina føroyska vápnaða eind.


Og ikki lítið av einari kúvending fyri Tjóðveldisflokkin, sum plagdi at vera partur av tí mótmælisgongu, sum árliga mótmælti Nato-støðini í Føroyum. Men teir hava so meira enn nakar annar tikið kendu orðini hjá Krag til sín, tað má sigast.


Annars vil eg enda henda partin við at siga, at støðan hjá landsstýrinum og samgonguni er, at úrslitini av samráðingunum higartil, eru ikki teimum til vildar. Teir hava fingið endaligt svar upp á skiftistíðina, men teir tora ikki at góðtaka hana og enn minni at lata fólkið taka endaliga støðu.



Grundlógararbeiðið

Hóast Javnaðarflokkurin ikki atkvøddi fyri, at vit orsakað av fullveldistilgongdini fóru undir eitt grundlógarsmíð, so álegði lógin okkum at fara við upp í arbeiðið.


Vit eru farnir undir hetta arbeiði við opnum sinni, tí vit eru tó sannførdir um, at arbeiðið kann verða eitt munagott íkast til okkara egnu stýrisskipanarviðurskifti, umframt at okkara politiska medvit fyri grundleggjandi fortreytum í okkara samfelag bert kann mennast av slíkum.


Uppskot okkara til eina sjálvstýrislóg tekur sum so onga støðu til grundlógarspurningin, og eigur hesin heldur ikki at verða forðingini fyri endaligu loysnini. Men greitt er, at við politiskum vilja til at finna nýggju skipanina millum Føroya og Danmark, so er tað givið, at ein loysn við einari føroyskari grundlóg ella einari útbygdari stýrisskipanlóg, sum eisini fevnir um rættindir og skyldur borgarans, eisini fer at bera til.


Vit hava valt at siga um hetta arbeiðið, at vit ikki longur síggja tað sum eina fylgju av einari fullveldisætlan, men at arbeiðið sannliga eisini fær týdning, um onnur skipan enn fullveldið verður loysnin.



Felags tilfeingi

Áhugaverd grein stóð í bløðunum í vikuni, sum formaðurin og skrivarin í Búskaparráðnum hava skrivað. Hóast ikki samdir í øllum, so er greinin áhugaverd, og eigur hon avgjørt at fáa okkum politikkarar at hugsa um okkara sokallaða felags tilfeingi ella fólksins ognir.


Somuleiðis hevði eisini fráfarni formaðurin í sama ráði eina áhugaverda útmelding um okkara fiskidagaskipan, sum tíverri fekk alt annað enn eina góða móttøku. Men júst henda negativa móttøka var besta prógvið um, at skil var í, tá vit hugsa um, hvørjir teir vóru, sum lupu á føtur.


Vit hava eina fiskivinnulóggávu, sum sigur, at fiskiríkidømið okkara er fólksins ogn. Men hvørt mansbarn veit, at so er ikki. Fólksins ogn verður givin fyri einki til ávisar persónar, sum síðan næstan kunnu gera við hesa ogn, sum teimum lystir.


Lat okkum taka nøkur dømi frá veruleikanum:


Menn keypa eitt skip, sum teir við íløgustuðlinum frá tí almenna gjalda skipið fyri. Skipið fiskar væl, og menninir økja um skipsins virði. Tá eitt gott boð fyriliggur, verður skipið selt við stórum vinningi. Men her endar søgan ikki, tí sum krúnan á verkinum verður nú ókeypis fiskiloyvi, sum teir fingu frá landsstýrinum, selt fyri milliónaupphæddir. Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn?


Menn fáa ár um ár útskrivað íslandsloyvi til bát, sum als ikki roynir við snellu, og sum tískil ikki fær veitt hesa íslandskvotu. Og hvat gera hesir menn? Jú, teir selja sjálvandi íslandskvotuna til aðrar fyri egnan vinning, hóast teir fingu loyvið fyri einki. Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn?


Menn sita á fiskiloyvum og leiga tað út til aðrar fyri stórar upphæddir, tí vinnutólið er útleigað? Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn?


Í síðsta enda eru tað fiskimenninir, sum gjalda yvirprísin.


Her er so ótrúliga nógv, sum má broytast, og tað ongantíð ov skjótt, tí órættvísið skríggjar til himmals.


Taka vit okkara nýggju vinnu, oljuvinnuna, so er mangt, sum bendir á, at skilið har ikki verður stórt øðrvísi. Ein roynd frá andstøðuni, at skapa møguleika fyri, at eitt alment oljufelag skuldi fáa optión í øllum loyvum, vann ikki frama. Í staðin eru føroysk áhugamál í sjálvari vinnuni nú umboðað við tveimum privatum feløgum. Hetta var ein møguleiki, sum tað almenna ikki átti at latið gloppið sær av hondum.


Ikki at skilja soleiðis, at føroysku privatu feløgini ikki skulu hava møguleikar, tí sjálvandi skulu tey tað, men teirra áhugamál eru av einum heilt øðrum slag enn hjá einum almennum føroyskum oljufelag. Kemur eitt tilboð uttanífrá, sum tey ikki kunnu standa ímóti, so er alt avreitt á útlendskar hendur. Og neyvan fara hesi feløg at taka hædd fyri, at oljuvirksemið í landinum ikki verður miðsavnað, tvørturímóti.


Og samgongan hevur sagt, at júst hesin spurningur verður latin oljufeløgunum upp í hendi at gera av.


Spell var tað. Oljuvinnan og fyrireikingarnar til eina oljuvinnu í Føroyum hevur annars verið tilrættaløgd á ein sera skynsaman og skilagóðan hátt og við breiðari politiskari undirtøku.


Støðan viðvíkjandi spurninginum um fólksins ognir er annars ikki stórt øðrvísi, koma vit til rættin til aling á føroysku firðunum.



Privatiseringar/Útliciteringar

Taka vit so tær almennu ognirnar, sum vit veruliga hava skeyti uppá, at hetta eiga vit, so er hjá teimum borgarligu ein øgilig trongd eftir, at hesar ognir eisini verða avreiddar til teir privatu og til kapitalin.


Við Caragata-álitinum í hondini, sum verandi einasti sannleikin, sum til er, ganga menn og sum so eisini partur av okkara vinnulívi við einum brennandi ynksi um, at almennu ognirnar verða privatiseraðar.


Fysta stig á vegnum er kanska í útsjónd heldur óskaðiligt, tá almennar fyrtøkur verða lagdar út til partafeløg, men vit mugu vera greið yvir, at hetta er bert fyrsta stigið. Næsta stigið er sjálvsagt, at partapeningurin verður lýstur til sølu, og so er privatiseringin ein veruleiki.


Nógv er frammi í hesum døgum um ein føroyskan virðisbrævamarknað. Tað kann vera skilagott, um talan er um ein marknað fyri sølu av virðisbrøvum og partabrøvum hjá privatum feløgum, soleiðis at okkara vinnulív fær eitt betri fíggjarligt grundarlag at standa á, og soleiðis at eisini føroyskir áhugaðir kunnu gera íløgur í føroyskum vinnulívi.


Men vandamálini liggja jú í, at eisini útlendskir íleggjarar koma framat, og skal talan vera um fríu marknaðarkreftirnar, so mugu útlendskir íleggjarar sleppa framat.


Ætlanini hjá samgonguni er væl saktans eisini, at almenn feløg sum eitt nú Føroya Tele og Atlantic verða skrásett á hesum marknað, og sleppa tá útlendingar framat, so vita vit, hvat klokkan er sligin.


Vandamálið, sum vit hava her og nú, liggur í tí, at landsstýrið og samgongan eru rættiliga desperat fyri at sannføra føroyingar um, at skiftistíðin ikki verður ein trupulleiki, sjálvt um hon bert verður fýra ár.


Uppskot um búskapargrunn, sum skal fíggja skiftistíðina, hevur verið at hoyrt. Men ein grunnur er bert nakað verdur, um pengar eru í honum.


Lítið er at ivast í, at hjá hesum monnum er tað rættiliga nærliggjandi at selja út av okkara arvasilvuri, (t.e. Føroya Tele, Atlantic Airways, Føroya Banka, Føroya Fiskavirking, Fiskasøluna, JFK-Trol og møguliga annað eisini), soleiðis at sølupengarnir kunnu fíggja skiftistíðina í hvørfall í eina tíð.


Í prinsippinum er Javnaðarflokkurin ímóti privatiseringum. Vit eru ímóti, at ábyrgdin fyri fígging og dygd verður løgd til tað privata at gera av. Ein privatisering er í veruleikanum ein avdemokratisering, har fóksins møguleikar fyri ávirkan ikki longur eru til.


Vit politkkarar eru, uttan mun til, hvat annars verður hildið um okkum, fólksins valdu umboð, og tað er tí okkara skylda at fremja fólksins ávirkan.


Serliga unga ættarliðið í føroyskum politikki sær hesa avdemokratisering sum eitt heilagt mál uttan kanska at geva sær gætur um, at tað er føroyska fólkið, ið missir ávirkan, og at henda verður latin øðrum at skalta og valta við.


Tá tað snýr seg um útliciteringar, so má okkara fyrsta roynd verða, at vit taka hesi argumentini fyri skilagóðum útliciteringum burtur ella gera tey so smá, sum gjørligt. Er ein almenn tænasta rikin skynsamt, eigur eingin fyrimunur at vera at útlicitera hana.


Ein fær ein vælgrundaðan mistanka um, at júst við at skipa so fyri, sum gjørt verður, so skal ikki síggja øðrvísi út, enn at ein útlicitering ella ein privatiseing er einasti møguleiki. Hetta er Postverkið og Strandferðslan talandi dømi um.



Høgrasnaring og sosialir skeivleikar

Tað, sum omanfyri er nevnt, ber sítt týðiliga boð um eina málvísa høgrasnaring av føroyska samfelagnum. Og júst hetta gevur parti av samgonguni ein fyrimun, sum teir ongantíð áður hava havt. Neyvan hevur nakað tíðarskeið verið áður, har Fólkaflokkurin so ótarnaður er sloppin at reka reindyrkaðan fólkaflokspolitikk. Og sjálvsagt stórtrívast teir undir slíkum umstøðum.


Men hin vegin er líkt til, at ávísir aðrir samgongumenn, í teirra tráan eftir føroyska fullveldinum, heldur enn fegnir vilja gjalda henda prísin.


Dag og dagliga verða vit mint á, at landskassin hevur methøgt yvirskot ? og Gud havi lov fyri tað.


Men dag og dagliga verða vit eisini mint á, at nógvir sosialir skeivleikar eru í okkara samfelag, og at nógvir sosialir trupulleikar liggja óloystir


Pensjonistarnir, sum bert hava fólkapensjónina at dúva uppá, hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Hóast støða teirra er batnað nakað, so er støðan langt frá nøktandi. Stóri spuningurin er framvegis, hvat slag av pensjónum framtíðin fer at bjóða okkara gomlu. Verður tað ein fólkatrygging, har hvør sætar sær, ella verður tað ein samhaldsføst skipan, har øll fáa tað sama, men gjalda eftir evnum.


Lág- og miðalinntøkurnar knógva undir einari alt ov stórari skattabyrðu, og tað serliga í teimum kommunum, sum hava hægsta skattaprosentið.


Fólk, sum hava sálarligar trupulleikar noyðast at gerast fastbúgvandi á sjúkrahúsinum, tí eingir møguleikar eru fyri øðrum bústaði.


Vit hoyra um trupulleikarnar hjá teimum eldru, sum hava støðuga hjálp og røkt fyri neyðini. Stóru bíðirøðirnar fyri at koma inn á eitt røktarheim ella líknandi stað ger, at hesi fólk eru heima, har teirra nærmastu so eru bundin at hjálpa eftir førimuni.


Hetta er als ikki nøktandi fyri tey gomlu, sum ikki vilja liggja sínum egnu til byrðu, og neyvan er røktin altíð á einum fakliga nøktandi støði. Íløgutørvurin bert til hetta økið er í dag uml. 120 mió. kr. umframt øktar rakstrarútreiðslur uppá einar 40 mió. kr. Og hetta er als ikki nevnt í tí langtíðarløguætlan, sum eg skal taka fram seinni.


Og so hoyra vit um tey heimleysu í nútíðar Føroyum. Fólk, sum einki heim hava, men rekast úti á berajóli. Hetta kunnu vit ikki bjóða nøkrum - hetta er skomm.


Alt hetta hendir, meðan methøgt yvirskot er á fíggjarlógini. Alt hetta hendir, meðan samgongan sparir upp til fullveldið og fyri at fíggja egnu skiftistið. Tí má málið um fullveldið rættiliga kunna sigast at hava fingið ein dýran kostnað fyri serliga tað sosiala økið, men so sanniliga eisini fyri onnur øki.


Undanførslurnar, sum vit hoyra frá teimum ráðandi, eru, at vit fremja eina yvirupphiting av búskapinum, vit gera okkum fastari tilknýttar at ríkisstuðlinum úr Danmark, vit fara at reka ein ábyrgdaleysan fíggjarpolitkk, og tað er ikki pláss innan karmarnar á fíggjarlógini.


Men vit góðtaka ikki slíka undanførslu?



Langtíðarløguætlanin

Rós skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava fyri sína ætlan um at fáa gjørt eina breiða semju um eina langtíðarløguætlan fyri tíðarskeiðið 2001 til 2010. Hann hevur gjørt eitt uppskot, sum hann sigur, at landsstýrið stendur aftanfyri, og partar av hesi ætlan hava verið alment frammi í okkara fjølmiðlum.


Javnaðarflokkurin hevur sjálvsagt tikið av hesum tilboði, tí tað er skilagott at fáa gjørt eina breiða semju um eina slíka ætlan. Hon vil tryggja, at íløgurnar verða gjørdar í einari avtalaðari raðfesting uttan mun til, hvussu samgongurnar skifta. Hetta er ein skipan, sum við hepni er nógv roynd í londunum rundan um okkum.


Vit hava verið á tveimum fundum við landsstýrismannin í fíggjarmálum, og vit hava harumframt eisini fundast dúgliga innanhýsis um ætlanina.


Vit hava avgreitt okkara svar, og vil eg tí taka høvuðsíløgurnar fram burtur úr okkara egna uppskoti her á fundinum, tó uttan at fara í smálutir.


Fyri tað fyrsta halda vit, at tað er skeivt, at ein slík semja fevnir um smáar íløgur.


Harumframt halda vit ikki, at tað er rætt, at íløgukvotan verður løgd føst til eina maksimum upphædd hvørt árið, í hesum førinum uppá 166 mió. kr. Íløgukvotan er eitt stýringsamboð til at brúka til at forða avleiðingunum av sveiggjunum í konjunkturunum. Tí skal henda eisini kunna skifta. Men tað er í lagi við eini semju um nakrar basisíløgur, soleiðis at hvørt landsstýri og hvør samgongu eisini fær gjørt sínar raðfestingar.


Men hin vegin er tað rætt, at semjan fevnir um stórar íløgur so sum havnir, skip og berghol og tað, sum kann kallast prinsipiellar íløgur.


Viðvíkjandi bergholum siga vit, at tað er rætt nú at uppgradera boriútgerðina, sum landið eigur, og síðan at seta eitt fast boriteam, sum við einum skilagóðum arbeiðstempo fer í holt við at bora. Tað kann vera við einari 8 tímars vakt, ella hvat, ið best loysir seg fíggjarliga og arbeiðsliga. Síðan skjóta vit upp hesa raðfesting av bergholum:

o Øravík - Hov

o Bø - Gásadalur

o Vík - Tjørnuvík

o Húsavík - Dalur

o Endurnýggjan av bergholunum í Norðoyggjum

o Endurnýggjan av bergholunum í Suðuroynni

o Kambsdalur - Millum Fjarða


Av vegagerðum eru vit samdir um:

o Gomlurætt - Tórshavn

o Skálafjørður - Gøtueiði

o Skálabotnur - Strendur

o Vegagerðin í Kalsoynni


Av skipum eru vit samdir um:

o Suðuroyarleiðina

o Norðoyggjaleiðina

o Mykinesarleiðina

o Skúvoyarleiðina

o Nýtt Tjaldur

o Nýggjan Magnus Heinason


Av byggingum eru vit samdir um:

o Ongan skúladepil við Marknagilsvegin, men útbygging í Hoydølum

o Studentaskúla í Suðuroy

o Fiskivinnu- og havbúnaðargranskingarmiðstøð

o Landsskjalasavn

o Næmingabústaðir

o Útbygging og nýbygging av Landssjúkrahúsinum


Viðvíkjandi fasta sambandinum um Lorvíksfjørð, so meta vit, at tað er alt ov tíðliga at raðfesta hesa íløgu. Tað er neyðugt, at vit steðga á og eftirmeta íløguna og raksturin av fasta sambandinum um Vetmannasund, og so er eisini skilagott at kaga eftir tí búskaparstøðu, vit til ta tíð eru í.


Javnaðarflokkurin hevur í samband við hetta arbeiðið sett fram eina røð av spurningum, frá Savni í Kirkubø til Tjóðleikahús, og fyri enn hesir spurningar eru svaraðir, fáa vit ikki tikið støðu til tey málini.



Tingmanning og skrivstova

Vit hava nú fingið ein skrivara til arbeiðis á skrivstovu okkara á Gamla Apoeteki. Hetta er ein skipan, sum vit í tingmanningini eru ótrúliga glaðir fyri, og sum vit vænta okkum nógv av. Hetta er ein skipan, sum formansskapur løgtingsins hevur tikið stig til, og fyrstu royndir okkara eru sera positivar.


Tað er mangan trupult fyri eina tingmanning, serliga tá mann situr í andstøðu, at fáa hjálp til nógv praktiskt arbeiði í samband við tingarbeiðið.


Ætlanin er so, at skrivarin frá komandi nýggjári eisini skal virka sum skrivari fyri sjálvan flokkin, soleiðis at henda skrivstova verður ein verulig miðstøð fyri alt virksemið hjá flokkinum.


Frá 1. okt. hava vit gjørt leigusáttmála um eini hús niðri á Áarvegnum. Húsini liggja serstakliga væl fyri, og er tað serliga okkara ungu í SU, sum her fáa ein møguleika til eitt meira virkið politiskt lív, men hetta skuldi so sanniliga eisini gjørt sjálvan flokkin meira sjónligan og virknan.


Tingmanningin hevur tikið politiska starv sítt eisini í farnu tingsetu í fullum álvara. Eg vil tí nýta høvið til at takka tingmanningini fyri eitt dygt og skilagott arbeiði, og vónandi fer komandi tingseta eisini at merkjast av einari virknari og konstruktivari tingmanning hjá Javnaðarflokkinum.



Endi

Vit byggja einki land við tómum flosklum og romantikki.


Veruleikin og gerandisdagurin skal á borðið.


Tú byggir heldur einki land við at rokna við, at nakrir vinnulívsmenn í allar ævir halda einum fólki uppi, tí treytin fyri, at eitt fólk yvirlivir, er, at tað sjálvt vil liva, tekur ábyrgdina á egnar herðar og skipar samfelagið.


Lat okkum standa saman um okkara ynski um veruligt frælsi fyri allar borgarar. Frælsi til at liva heima hjá sær sjálvum - í síni egnu bygd - í síni egnu oyggj - í sínum egna landi.


Romantikkur er gjarna dreymar um nakað, sum er gott.


Men lat okkum ikki noyðast við dreymarnar, men lat okkum sýna í verki, at romantikkur eisini kann eggja til, at øll somul skulu hava tað gott í samfelagi við síni medmenniskju.


Frælsi er júst tað at fáa sjálvsagda rættin at liva eitt mannsømiligt lív.


Landið er okkara - frælsið er okkara.


Frælsið hevur einki við landamørk at gera.


Frælsið er ikki rætturin hjá tí einstøka bert at sæta sær sjálvum.


Veruligt frælsi er rætturin hjá tí einstaka at liva í friði í einum rættvísum umhvørvi, har øll koma hvørjum øðrum við og varða av hvørjum øðrum.


Við hesum orðum vil eg ynskja øllum vælkomnum á landsstevnu okkara.




Jóannes Eidesgaard

floksformaður