Raúl fer at lurta eftir Fidel

Raúl Castro er nú forseti í Kuba, men tann fráfarni Fidel fer framvegis at ávirka kubanskan politikk

Tann 76 ára gamli Raúl Castro nikkaði og brosaði, tá kubanska tjóðartingið valdi hann til forseta í gjárkvøldið. Formliga var Raúl varaforseti frammanundan, og í tað starvið valdi tingið tann 77 ára Jose Ramon Machado Ventura.

 

Tann nývaldi forsetin segði aftan á valið, at hóast Fidel Castro er farin frá, verður tann 81 ára gamli fyrrverandi forsetin framvegis ein týðandi partur av kubanska politikkinum. Raúl segði eisini, at hann fer at spyrja tann eldra bróðurin um góð ráð, áðrenn stórar politiskar avgerðir verða tiknar. Umframt eitt slag av forsetaráðgeva heldur Fidel Castro fram í leiðsluni í kommunistaflokkinum, og hann er eisini limur í tjóðartinginum.

 

Politiskir eygleiðarar í Kuba vænta ikki, at broytingin í teirri ovastu politisku leiðsluni fær nakra stórvegis ávirkan á landsins politikk. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, segði í gjárkvøldið, at leiðsluskiftið í Havana var ein týðandi løta í kubansku søguni, men at kubanar hava rætt til at velja sínar leiðarar á demokratiskan hátt. Samstundis mælti hon kubansku stjórnini til at fara undir eina demokratiska nýskipan og at lata politiskar fangar leysar. Harafturat eggjaði hon Kuba til at virða mannarættindini og at fáa sær eina frælsa valskipan.

 

 

Royndur eftirmaður

 

Raúl Castro stendur ikki á berum, nú hann hevur tikið við sum kubanskur forseti, tí hann hevur drúgvar royndir í landsins og floksins leiðslu. Hann hevur verið verjumálaráðharri síðani kollveltingina í 1959, og hann hevur verið næstformaður í kommunistaflokkinum síðani 1965.

 

Raúl hevur verið roknaður sum høgra hond hjá Fidel Castro øll tey 49 árini, Fidel hevur sitið við valdið, og tað var eisini hann, sum bleiv valdur til virkandi forseta, tá Fidel mátti leggjast undir skurð fyri eina tarmsjúku á sumri í 2006.