Ráðstevna verður á Fróðskaparsetri Føroya hósdagin 7. apríl frá 10-12:45 undir heitinum "Trygd og altjóða politikkur í Norðuratlantshavi og Arktis nú og í framtíðini",
nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, og spenningurin alsamt økist.
Diplomatar og altjóða serfrøðingar úr Norðurlondum og Stórabretlandi fara at leggja fram og kjakast um trygdarpolitisku og uttanríkispolitisku avbjóðingarnar, sum eyðkenna Norðuratlantshav og Arktis.
➢ Hvørjar eru avleiðingarnar av øktum hernaðarligum virksemi í Norðuratlantshavi og Arktis?
➢ Hvørji viðurskifti hava við sær, at arktiska økið fer frá trygdarpolitiskum lágspenningi til háspenning?
➢ Hvørja ávirkan hevur økta rivaliseringin ímillum superveldini á smátjóðir og oyggjasamfeløg?
➢ Í hvønn mun kunnu Føroyar, Grønland og Danmark vera við til at varðveita frið, trygd og stabilitet í einum nýggjum geopolitiskum veruleika?
➢ Hvussu ávirkar kríggið í Ukreina arktiska økið?
➢ Og hvussu skulu smátjóðir navigera í einum politiskum veruleika eyðkendur av kríggi, ótryggleika og óstabiliteti?
Hesi og onnur viðkomandi evni eru á skrá í Kongshøll 7. apríl, tá diplomatar og altjóða serfrøðingar úr Norðurlondum og Stórabretlandi fara at leggja fram og kjakast um tær trygdarpolitisku og uttanríkispolitisku avbjóðingar, sum eyðkenna Norðuratlantshav og Arktis.
Umboð úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finlandi og Stórabretlandi luttaka.
Hevur ein áhuga í hesum, so ber til at kunna seg nærri her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/radstevna-fridur-i-okkara-tid/
.