Raksturin gav góðar 8 mió. í avlopi

Høgu fiskaprísirnir á alheims fiskamarknaðunum vóru orsøk til, at úrslitið hjá Fiskasøluni gjørdist so avbera gott. Ársúrslitið áðrenn skatt var góðar 19 mió. krónur, men tá sølan av bygninginum er tikin burturúr, var rakstraravlopi góðar 8 mió. krónur

Fiskasølan hevði aðalfund mánakvøldið í tí sambandinum varð roknskapur felagsins lagdurfyri nevndina.

Tað vóru hugalig tøl, sum nevndin fekk at lesa. Avlop uppá góðar 19 mió. krónur áðrenn skatt og av teimum fóru góðar tríggjar í landskassan, soleiðis at endaliga ársúrslitið var um 16 mió. krónur.

Allur peningurin stavar frá góðum søluarbeiði. Tær átta frá fiskasøluarbeiði og hinar 11 frá søluni av bygninginum yviri við Strond, sum Fiskasølan seldi Sparikassanum í fjør.

Leiðslan sigur í tíðindaskrivinum, at orsøkin til góða úrslitið var, at fiskaprísirnir í 1998 vóru óvanliga høgir. Samstundis var eftirspurningurin eftir upsa-, hýsu- og toskablokki so stórur, at tað hevði ein ógvusligan prísvøkstur upp á 70 prosent við sær.

Av tí at prísurin á liðugtvørum ikki hækkaði eins skjótt øktist nøgdin av hálvvirkaðum vørum, sum vóru framleidddar í 1998.

Men tað verður longu ávara móti ov stórum bjartskygni fyri 1999. Kreppur í Russlandi og Asia, saman við stórari kapping frá svínakjøti og flogfenaði ger, at prísurin er farin at falla. Tó metur leiðslan í Fiskasøluni, at prísirnir fyri 1999 fara at liggja á einum lutfalsliga høgum støði.

Á aðalfundin fór formaðurin Wilhem Petersen úr nevndini tí hann er vorðin formaður í Framtaksgrunninum. Í hansara stað er Andrias Lava Olsen valdur. Andrias er nýggjur formaður, meðan Høgni Hansen er næstformaður.