Fyrrverandi B68-spælarin skal nú spæla fyri FC Hjørring, sum spælir í donsku 2. deild. Bold.dk skrivar, at partarnir eru blivnir samdir um at samstarva
Hollendski miðvallarin Ralph van Dooren spældi í ár fyri B68, men tað er nú greitt, at hann fer ikki at umboða toftamenn næsta kappingarár.
Ralph van Dooren hevur vant við FC Hjørring, og partarnir eru nú samdir um ein avtalu fyri, sum skal undirskrivast í næstum. Hetta skrivar danska heimasiðan bold.dk.
Danska heimasíðan skrivar, hollendski spælarin er ein harður hundur, tí hann fekk 12 gul kort og tvey reyð kort í 16 dystum í Føroyum.