Rannvá vann á Marionnu - Ajax vann greiðan heimasigur

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

Ein føroyingauppgerð var á skránni í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum ígjár. 

 

Í høllini í Snede eydnaðist Rannvá Olsen (myndin) og liðfeløgunum í Ejstrup/Hærvejen at vinna 32-28 á Marionnu G. Eystberg og hennara liðfeløgunum í Ydun. Í steðginum var heimaliðið eisini frammanfyri við fýra málum. Tá var støðan 20-16.

 

Rannvá skoraði eitt mál fyri heimaliðið, og Marianna skoraði fýra mál fyri útiliðið.

 

Ejstrup/Hærvejen er nummar sjey í deildini við níggju stigum. Ydun er næstaftast við trimum stigum. 

 

Í Bavnehøj Arena vunnu Elsa Egholm, Lív og Vár Zachariasen og teirra liðfelagar í Ajax 28-22 á Gudme. Útiliðið beit væl betur frá sær í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Ajax bert á odda við einum máli, 15-14.  Lív skoraði tvey mál í dystinum. 

 

Ajax er nummar fimm í deildini við 10 stigum.