Guðrið Falkvard Joensen hevur arbeitt á laksavirkinum hjá Hiddenfjord í næstan trý ár. Hon arbeiðir við pakking. Laksurin verður býttir upp í stødd, og síðani koyrdur til prentaran. Tá tann sum arbeiðir fast í prenaranum fer í steðg, loysir Guðrið av. Í prentaranum vera eskjurnar vigaðar, og stødd, vekt, og nøgd verður prenta út. Síðani fara eskjurnar til avskiping. Mangla fólk arbeiðir Guðrið eisini í vakum, og onkuntíð sker hon, men allar oftast stendur hon við pakkibandið.
##med2##
Dagarnir eru ymiskir. Oftast gongur arbeiði væl, og tað er væl skipað, men tað kann henda at okkurt kemur tvørt fyri. Fólk gerast sjúk, ella eru burturfrá av aðrari orsøk. Summi flyta seg nógv runt á virkinum, og hava fleiri ymiskar uppgávur, tí onkuntíð mangla ávís støð, og tað er trupult har sum tey eru fá. Tað er eisini týdningarmikið at hava fólk sum standa á sama stað, soleiðis at arbeiði verður støðugt. Við pakkibandið merkist tað væl, um onkur fer burturfrá, tí tey eru fá sum arbeiða í pakkingini.
– Rættiliga ofta mangla fólk í pakkingini, og tað blívur trupult og tungt vissi ein manglar. Vit hava tvær linjur. Ofta eru vit tríggjar, og um bara ein fer burturfrá blívur tað tungt.
Onnur støð á virkinum verða minni ávirkað, um fólk mangla. Eitt nú har laksurin verður skorin, tí har standa nógv fólk.
Tá pakka verður ræður um at vera skjót, og skunda sær.
– Summi eru skjótt, og summi arbeiða seinni, tað er vanligt.
##med3##
Tey hava tað gott saman á virkinum. Tey eru býtt í fýra bólkar, og hava fýra steðgir.
– Eg eri ikki ein sum práti so nógv, eg blívi rættiliga troytt, og vil bara slappa av í mínari pausu.
Tey hava eina vakt, og tað verður arbeitt til alt er liðugt virka. Tey sum skera flak møta klokkan 8, og tey sum arbeiða við kryvjing møta klokkan 8:30.
Hesa vikuna vit vitjaðu hava tey arbeitt til klokkan 17. Ofta arbeiðir Guðrið til klokkan 18, men ongantíð longur enn til klokkan 20.
– Fyrr var tað longur, men tað hava teir broytt nú.
Undan jólum fara stórir ordrar til Kina, og tá verður arbeitt seks dagar um vikuna.
##med3##
Tey eru 350 starvsfólk á virkinum. Eitt nú starvsfólk sum koma við Nordjobb skipanini. Nordjobb skipar fyri tíðaravmarkaðum arbeiði, og bústaði til ung frá 18-30 ár í Norðanlondum. Tey sum koma til Hiddenfjord at arbeiða eru oftast úr Svøríki, oftast koma 10 í senn, og tey eru í tryggjar mánaðar. – tey gera sama arbeiði sum vit, og tað riggar fínt.
Ungu fólkini verða upplærd, og tað er skjótt at tey duga arbeiði, og tí er eingin trupulleiki at fólkini javnan verða skift út. Oftast dámar teimum væl at práta, og gerast partur av tí sosiala á virkinum.
Hiddenfjord hevur eina serliga tænastu til starvsfólkini hjá sær, hvønn morgun koyrir bussur tey til og frá arbeiði. Bussurin fer avstað klokkan 6:15, og setur fólk av á Smoltstøðini á Fútakletti. Síðani fer hann um Sandavág, Miðvág, og heintar eisini fólk í Sørvági. Guðrið plagar vanliga ikki at brúka bussin, men hann er góður tá bilurin er í ólagi. Hóast Guðrið ikki brúkar bussin sjálv, hevur hon fleiri starvsfelagar sum hava stóra gleði av bussinum, sum koyrir fullsettur hvønn dag. tey sum skulu við kunnu fylgja beinleiðis við hvar bussurin er á eini app.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##



















