Rás2 sigur frá HB-NSÍ í kvøld

Hilmar Jans Hansen sigur frá seinnu hálvfinaluni. Sendingin byrjar klokkan 17.30

Í kvøld, hóskvøld 4. juni sigur Hilmar Jan Hansen frá seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum HB og NSÍ. Dysturin byrjar klokkan 18. Sendingin byrjar klokkan 17.30.

 

NSÍ er á odda 1-0 frá fyrra dystinum, og kann t.d. við einum 1-2 tapi vinna seg í finaluna.

 

Víkingur vann seg ígjár í finaluna, sum verður á Tórsvølli, leygardagin 29. august. Vinnur HB seg í finaluna verður tað annað árið á rað, at Víkingur og HB hittast í finaluni.

 

Víkingur hevur vunnið tríggjar tær seinastu finalurnar. HB vann seinast løgmanssteypið í 2004, og NSÍ vann seinast løgmanssteypið í 2002. Í 2002 vann NSÍ finaluna 2-1 á júst HB, og í 2004 vann HB finaluna 3-1 á júst NSÍ.

 

Umframt, at Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum, sum kann stroymast á www.midlar.fo, so ber eisini til at fylgja gongdini í dystinum her á in.fo.

 

Seinni í kvøld koma samrøður og kykmyndahæddarpunkt út á in.fo.