Real Madrid vann HM fyri felagslið

Real Madrid vann 5-3 á saudiska Al Hilal í einari málríkari finalu

Real Madrid er heimsmeistari fyri felagslið.

 

Tað gjørdist veruleiki tá Real Madrid í einari sera undirhaldandi og málríkari finalu vann 5-3 á saudiska liðnum, Al Hilal sum hevði stóra æru av dystinum?

 

Real Madrid - Al Hilal 5-3 (2-1)

1-0 Vinicius Jr. ('13)

2-0 Federico Valverde ('18)

2-1 Moussa Marega ('26)

3-1 Karim Benzema ('54)

4-1 Federico Valverde ('58)

4-2 Luciano Vietto ('63)

5-2 Vinicius Jr. ('69)

5-3 Luciano Vietto ('79)

 

Brasilska liðið, Flamengo vann 4-2 (1-1) á egyptiska liðnum Al-Ahly í dystinum um triðja plássið. 

 

 

Dystirnir vóru leiktir í Marokko.