Árliga regattasiglingin Eiði ? Hósvík - Nólsoy fyriskipað av Hósvíkar róðrarfelag verður vikuskiftið 6. og 7. August. Siglt verður av Eiði, fríggjakvøldið 06. aug kl. 19:00, til Hósvíkar.
Tá komið verður til Hósvíkar, eru allir luttakararnir bodnir til ein døgverða í bygdarhúsinum. Í Hósvík verður møguleiki hjá luttakarum at seta tjald upp.
Regatta dansur við LM band verður í bygdarhúsin-um.
Leygarmorgunin eru allir luttakararnir bodnir til morgunmat í bygdarhúsinum.
Seinnapartin Leygardag-in verður farið til Nólsoyar eftir sama framferðarhátti sum av Eiði.
Tilmelding skal fara fram á www.hosvik.fo ella hjá einum av nevndarlimunum í róðrarfelagnum.
Hans Jacob 422086
/ 210186
Elinborg 422922 / 722922
Til ber eisini at fara á www.krf.fo ella
www.drekin.fo og trýsta á link til regatta 2004
Seinasta freist at melda til er mikukvøldið 4. aug. klokkan 22:00
Kostnaður 100 kr. Fyri hvønn luttakara. Íroknað kostnaðin er døgverði og morgunmatur í bygdarhúsinum. Goldið verður kontant á bryggjuni á Eiði.
Undanfarin ár hevur tað verið eitt sindur torført at fingið luttakandi bátar at fylgt teimum boðum ið givin hava verið. Tí hava vit í ár fingið fýra skjóttgang-andi bátar við frá bjargingarfeløgunum og verða bátar bidnir um at fylgja boðum frá hesum. so øll kunna fáa eina góða og hugnaliga regatta.
Stuðlað tiltakinum hava: Bátatænastan - Føroya Sparikassi ? Krás - Reno Vent - Artic Importø