Í morgun ringdi stjórin á Bakkafrost við klokkuni á Oslo Børs. Hetta var tekin um, at nú ber til at handla við partabrøvum í føroyska fiskivinnusamtakinum. Bakkafrost er fyrsta føroyska fiskivinnufyritøkan, ið verður skrásett á virðisbrævamarknaði, og er eisini fyrsta føroyska fyritøkan, ið verður skrásett á børsinum í Oslo.
Føroya Banki seldi í sambandi við skrásetingina sín ognarlut í Bakkafrost, og Janus Petersen, forstjóri, fegnast um, at nú er komið á mál.
- Skrásetingin av Bakkafrost er ein stórhending fyri føroyska vinnu, tí Bakkafrost er eitt altjóða kappingarført felag, sum føroyska samfelagið kann vera errið av, sigur Janus Petersen.
Bakkafrost var eitt av teimum feløgunum, sum stóð seg væl gjøgnum alikreppuna í 2001, og Føroya Banki og Bakkafrost hava síðan saman við føroyskum íleggjarum arbeitt fram ímóti at skapa eitt stórt føroyskt alisamtak, ið kundi avhendast privatum íleggjarum. Hetta gjørdist møguligt, tá Vestlax og Bakkafrost løgdu saman.
Eisini hevur tað munað væl í tilgongdini, at myndugleikarnir og alivinnan hava ment eina góða skipan á veterinera økinum.
Føroya Banki Corporate Finance og Nordea Markets hava verið høvuðsráðgevar hjá Bakkafrost í sambandi við skrásetingina á Oslo Børs. Eisini hevur Carnegie ASA verið ráðgevi.