Ferðasambandið millum Suðuroy og Havnina er eitt sindur ørkymlandi í løtuni. Men beint nú er støðan, at Regina Baltica liggur við breki og ongin fær sagt, nær hon siglur aftur Avloysaraskipið hjá Smyrli, Regina Baltica, hevur havt eina tórføra byrjan.
Hon hevur havt tekniskt brek við portinum og tí var fráferðin klokkan 11 í morgum av Havnin, útsett.
Men tað eydnaðist at finna trupulleikan og finna eykalut - hildu tey - og tí varð fráferðin lýst til klokkan 13.15.
Men brekið argar framvegis og tí liggur skipið enn í Havn.
Og nú er støðan tann, at ongin veit, nær hon siglur aftur
Strandferðslan sigur, at kunnað verður beinanvegin, tey vita nakað og tað verður gjørt á heimasíðuni www.ssl.fo og í miðlunum.