Regnið vitjar um vikuskiftið

Eftir at eitt hátrýst hevur ligið um okkara leiðir síðani fyrst í hesum mánaðinum, fáa vit nú vitjan av einum brúgvalag vestaneftir sunnunáttina. Støðan broytist tó skjótt aftur, tí eitt nýtt hátrýst fer at mennast og liggja nærindis Føroyum næstu dagarnar.

Regnið kemur vestanífrá, og seinnapartin í morgin kann tað fara at sirma í støðum. Í annaðkvøld verður væntandi regn um alt landið til og við sunnunáttina. Sunnumorgunin slítur í, og sum frá líður fer tað væntandi at klárna av útnyrðingi. Meginpartin av sunnudegnum eru tískil góð líkindi fyri sól í teimum flestu støðunum í Føroyum.

 

##med2##

 

Kelda forsiðamynd: Dmi, NEA-modellið. Avfalsøkið (í grønum) sunnunáttina 11. juni kl 00 utc.Kelda: ECMWF-modellið fyri sunnudagin, 11. Juni 2023 kl 18 utc. Brúgvalagið er farið fram við okkum og fer eystureftir, ímeðan eitt hátrýst sunnan fyri Ísland mennist.

 

 

 

Hátrýstið, sum aftur fer at leggja seg beint sunnan fyri Ísland, fer síðani at hava sína ávirkan á veðrið um okkara leiðir.

 

Vit kunnu tískil vænta okkum støðugt veður í komandi viku við lítlum vindi og sól. Tó sleppa vit ikki heilt undan skýggjum, og í støðum kann veðrið av og á vera támut við mjørka ella sirmi, skrivar Veðurstova Føroya.