Royndin at skipa nýggja stjórn í Danmark verður tikin uppaftur seinnapartin, tá kongaligi kanningarin, Mette Frederiksen, hevur kallað inn til fundir á Marienborg.
Tað siga Sosialdemokratarnir í tíðindaskrivi.
Tað er ikki greitt, hvørjir flokkar eru innkallaðir, og sagt verður, at pressan ikki sleppur á fundirnar í dag.
Stjórnarsamráðingarnar hava ligið stillar á páskum, men verða tiknar uppaftur í dag.
Samráðingarnar halda fram eisini týsdagin, tá Mette Frederiksen hevur kallað inn til fundir í Forsætismálaráðnum.
Kongligi kanningarin fór í páskafrí við ynski um at kanna eina møguliga stjórn, ið er mannað við Sosialdemokratunum, SF og teimum radikalu.
Teir tríggir flokkarnir eru tó langt frá at hava meiriluta einsamallir, við tilsamans 68 sessum. Tí eru samráðingar eisini í gongd við eina røð av øðrum pørtum.
Á valinum fekk Blái Blokkurin 77 sessir, meðan Reyði Blokkurin fekk 84. Samstundis fingu Moderatarnir 14 sessir.
Blái blokkurin hevur tó mist fleiri sessir. Nývaldu fólkatingslimirnir Jacob Harris og Cecilie Liv Hansen eru útihýstir av ávikavist Borgernes Parti og Liberal Alliance, og eru vorðnir leysgangarar.
Samstundis boðaði Emilie Schytte leygardagin frá, at hon meldaði seg úr Borgernes Parti. Mánadagin varð kunngjørt, at hon eisini heldur fram sum leysgangari.
Sessirnir hjá Moderatunum eru tí avgerandi fyri, at flokkurin kann telja við teimum kendu 90 sessunum og einum meiriluta.
Formaðurin í flokkinum, Lars Løkke Rasmussen, heitti áðrenn páskahalgunna á, at "páskafrítíðin skal brúkast til hugleiðingar".
Hann var fleiri tímar saman við Moderatunum á Marienborg mikudagin, har teir eisini vóru boðnir til stjórnarsamráðingar.
Hann upplýsti samstundis, at tað sá "meira enn trupult" út at finna eina møguliga stjórn og sendi beinleiðis áheitan til sosialdemokratarnar, Vinstra og Konservativu um at boyggja seg fyri eini stjórn tvørtur um miðjuna.
– Tað krevur 'bara', at Javnaðarflokkurin, Vinstri og Konservativi Fólkaflokkurin koma niður av lyktapelunum, vit hongdu valplakatir á og senda ymisk positiv signal.
/Ritzau/











