Reiðarafelagið er í øðini inn á uppskotið, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt fyri Løgtingið um at stovna ein grunn, sum skal umsita minstulønina til fiskimenn. Samgongan heldur ikki, at hetta er ein útreiðsla, sum landskassin eigur longur og vil tí, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, tvs, reiðarar og fiskimenn sjálvir umsita minstulønina og betala til hana.
Skotið er upp, at landið setir 50 milliónir í ein trygdargrunn og so skal harafturat 1% av hvørjari avreiðing betalast í grunnin.
Fyri at úvega 50 milliónir í stovnsfæið, skulu 29 milliónir fáast til vega við at avtaka Forskotsgrunnin og 21 milliónir skulu flytast frá Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir v.m.
Reiðarafelagið var við í einum arbeiðsbólki, sum samdust um eitt tilmæli.
Men nú uppskotið er lagt fyri Løgtingið, má Reiðarafelagið ásanna, at onki av krøvunum frá felagnum er tikið til eftirtektar.
Arbeiðsbólkurin mælti til, at stovnsfæið í nýggja trygdargrunnin um skuldi verða 150 milliónir og ikki 50, sum samgongan skjýtur upp.
Í Reiðarafelagnum eru tey so ónøgd við uppskotið, tey mótmæla upp á ?tað harðasta? sum tikið verður til.
Reiðarafelagið heitir tí á landsstýrismannin um at taka uppskotið aftur beinanvegin og og hækka stovnsfæið til 150 milliónir, sum arbeiðsbólkurin mælti til.
Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir taka fulla ábyrgd av at tryggja minstulønina. Kortini ivast tey í um inngjaldið upp á 1% av avreiðingarvirðinum er nóg mikið.
Samtak eru tekur heldur ikki undir við uppskotinum, sum tað nú er. Samtak sigur, at útgjaldið má ongantíð verða minni enn ein dagløn hjá Føroya Arbeiðarafelag, tí Løgtingið má tryggja fiskimonnum eina minstainntøku.
Samtak heldur eisini, at Løgtingið má tryggja, at stovnsfæið er nóg stórt til at skipanin skal kunna klára nøkur vánalig ár og tí verður mælt til, at 15 milliónir verða settar í grunnin um árið í fimm ár, til stovnsfæið er komið upp á 75 milliónir.