Reiðarin: -Vit standa spyrjandi

-Vit standa spyrjandi. Hetta er sjálvandi ein dyggur smeitur fyri okkum nú fyri aðru ferð eftir stuttari tíð at verða raktir av eldi umborð á okkara skipum. Hetta sigur Hans Andrias Joensen, stjóri og reiðari á teimum báðum skipunum, Hercules og Athenu, sum Thor í Hósvík rekur.

Tað var í farnu viku, at eldur kom í í pakkirúminum á Athenu, meðan hon var til fiskiskap í Kyrrahavinum. Tað eydnaðist tó skjótt at sløkkja eldin og varð avgjørt at sigla til lands í Chile at kanna skaðan.

 

Í gjár segði P/F Ocean Group Faroes, sum eigur Athenu, í tíðindaskrivi, at eldur er aftur umborð á Athenu. Skipari og manning hevði annars tamarhald á støðuni, meðan skipið sigldi til lands. Teir gjørdu eitt fyrimyndarligt arbeiði fyri at basa eldinum og høvdu hann fult undir kontrol.

 

-Vit eru tíanverri noyddir at boða frá, at brandmenninir, sum komu frá landi til at taka yvir sløkkingina umborð á Athenu, hava mist tamarhaldið á støðuni, og sum tað sær út í løtuni, so stendur Athena nú ikki til at bjarga stóð í tíðindskrivinum sunnudagin. Skipari og manning og eisini brandmenninir eru nú farin av skipinum. Tveir føroyingar eru við Athenu, skiparin og maskinstjórin.

 

Eldur mikudagin

Eldur kom í Athenu um kl 14:00 mikudagin. Manningin hevur hildið eldinum niðri, til teir komu til lands. Tá fingu teir hjálp frá serkønum fólki til at basa eldinum, og boðini reiðaríð fekk um kl 14:00 leygardagin vóru, at alt var undir kontrol, eingin eldur var umborð, og var økið, har eldurin hevði verið, sera avmarkaður, men nakað av roykskaða var.

 

Hans Andrias Joensen sigur, at teir seinnapartin mánadag fara at senda nýtt tíðindaskriv um støðuna umborð á Athenu. . Sjófrágreiðingar skulu fyrst fáast frá hondini, og løgreglan skal kunna gera sínar kanningar.

 

-Vit vóna sjálvandi, at støðan verður ikki eins ring sum við Hercules.

Vit høvdu vónað, at støðan var í lagi, tá eldurin varð slóktur og at skipið varð bjargað sigur Hans Andrias og leggur aftrat, at privata eldsløkkingarfyritøkan undir ræði av Switzer hevur eftir øllum at døma ikki maktað uppgávuna. Sløkkiliðsfólkini hava eftir øllum at døma verið amatørar, tí heldur enn at tryggja sær, at eldurin ikki kyknaði aftur, gjørdu tey tvørturímóti ein stóran skaða. Teir gjørdu ein grundleggjandi skeivleika, tá teir opnaðu hurðarnar og sluppu harvið ilt til uttan at hava tikið hædd fyri avleiðingunum.

 

Høvdu teir ikki gjørt henda feilin, so hevði nærum eingin skaði verið uttan nakað av roykskaða staðfestir Hans Andrias Joensen.

 

Spyrjandi

-Fólk seta sær spurningin, hvussu tað kann bera til, at eldur kemur í tvey av flaggskipunum hjá sama reiðaríi við bert mánaðar millumrúmi.

 

-Ja eg skilji væl spurningin. Henda spurning seta vit okkum eisini.

 

Uppá fyrispurning um man hevur verið ov skjøtisleysur við elinstalatiónunum sigur Hans Andrias, at sera neyvt eftirlit var við Athenu fyri góðum mánaði síðani, tá allar elinstallatiónir og alt skipið varð kannað. Hesar kanningar vórðu gjørdar saman og í samráð við Skipasýninum, Klassanum, Tryggingarfelagnum og teknisku umsitingini hjá Thor.

 

Svíður

-Kann eitt reiðarí sum Thor liva við hesum skaðum?

 

-Tað er so spurningurin. Hóast skipini eru tryggjað, so missa vit nógv. Vit vita ikki, hvat hetta kann enda við, men tað svíður hjá okkum og forðar fyri menning av fyritøkuni.

 

Ætlanin var annars hesa vikuna at taka avgerð um, hvat skal henda eftir eldin á Hercules. Tosað hevur verið um at byggja sama skip uppaftur.

 

Reiðaríið ætlar sær kortini ikki at gevast við fiskiveiðini í Kyrrahavinum. Enn eiga teir so triðja skipið, Poseidon, sum er til fiskiskap í løtuni. Poseidon er í góðum standi eins og Athena var tað.

 

Poseidon, sum fylgdi Athenu til lands, er farin aftur til fiskiskap, Høvi varð at gera tekniskar og aðrar kanningar av skipinum og manningini, meðan skipið var inni, og myndugleikarnir fingu staðfest at skipið var í sera góðum standi og einki var at havast at manningini. Fiskiskapurin hevur verið góður og skipið hevur riggað væl.