Renault byrja at selja elbilar í Danmark í 2011. Fyrsti elbilurin verður Renault Kangoo ZE Í mun til vanliga Renault Kangoo er elbilurin annarleiðis uppbygdur bæði hvat designi og el-skipanini viðvíkur.
Bilurin er t.d. senkaður og hevur sergjørd 18? hjól, og lyktirnar eru lágorku LED-diodulyktir, eins og ein skipan lagrar el-orku frá bremsunum til nýtslu undir koyring.
El-motorurin hevur 60 hk, og toppferðin er 130 km/t. Snúningmomentið upp á 190 Newton-meter, ið svarar til momentið á einum vanligum 2,0 litra bensinmotori.
Eftir ætlan kemur onkur Renault Kangoo ZE elbilur til Danmarkar seinni í ár sum framsýningarbilur.
Ein elútgáva av Renault Megane kemur eisini í 2011, og í 2012 kemur so ein heilt nýggjur Renault elbilur á danska marknaðin.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum