René skal royndarvenja við Vendsyssel

HB-profilurin skal royndarvenja við felagnum hjá Halli Hansson

Eftir fleiri ár í danska Brøndby kom 22 ára gamli René Shaki Joensen heim til Føroya at spæla fótbólt við HB í 2014. Tað hevur tó alla tíðina verið ætlan hansara at sleppa útaftur um landoddarnar at spæla yrkisfótbólt. Nú fær René ein nýggjan møguleika at spæla fótbólt uttanlands.

 

Seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at René skal til danska felagið hjá Halli Hansson, Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku deilini, at royndarvenja. René váttar fyri in.fo, at hann skal til royndarvenjing.

 

- Tað passar, at eg skal royndarvenja við Vendsyssel. Royndarvenjingin skal eftir ætlan vera aftaná okkara evropeisku dystir við HB, sigur René í viðmerking.

 

René vísir eisini á, at tað er í sátt og semju við HB, at hann fer niður at royndarvenja. Tá ið René skrivaði undir við HB í fjør varð eisini avtalað, at um leikarin fekk nakran møguleika at royna seg uttanlands, so fór HB ikki at stilla seg í vegin.

 

Tað tykist sum, at Vendsyssel sum heild hevur gott eyga á føroyskum fótbóltsleikarum. Hallur Hansson er longu í felagnum, René skal til royndarvenjing, og í vikuskiftinum var venjarin hjá Vendsyssel, Ove Christensen, í Føroyum. Tað var tó ikki fyri at tosa við René, men fyri at síggja tveir aðrar profilar í føroyskum fótbólti, Klæmint Olsen og Lukasz Cieslewicz, í dysti.