Tað tykist vera fyri vist, at René Shaki Joensen hevur spælt sín seinasta dyst fyri HB á hesum sinni. Seinastu tíðina hevur 23 ára gamli landsliðsleikarin royndarvant við danska felagnum Vendsyssel, sum eisini er felagið hjá Halli Hansson. Og royndarvenjingin hevur gingið somikið væl, at René fær ein yrkissáttmála burturúr stríðnum.
Sambært álítandi keldum, so fer René niður til Danmarkar í dag at undirskriva sáttmála við Vendsyssel, ið verður undirskrivaður annaðhvørt í dag ella í morgin.
Vendsyssel spælir í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini og er sum kunnugt eisini felagið hjá Halli Hallsyni, sum eisini spælir við føroyska landsliðnum. Meinhard Olsen hevur eisini royndarvant við felagnum seinastu tíðina, og tí er líkt til, at Vendsyssel er um at gerast eitt satt føroyingafelag.