hugsa um hví tú vilt lesa uttanlands
Byrja í góðari tíð at umráða teg og at fyrireika –eitt ár frammanundan
Hugsa um hvat tú væntar tær av lestrinum
Finn landið ella londini tý kundi hugsað tær at lisið í
Ger av um tú vilt taka alla útbúgvingina ella bert ein part av henni uttanlands
Ger av um tú vilt ferðast sjálvstøðugt ella gjøgnum onkra umskiftisskipan
Fá tær nágreiniligar upplýsingar um tey universitet og tær útbúgvingar, tú hugsar um
Ber saman innihald, upptøkukrøv, umsóknarfreistir og prísir
Søk um SU góðkenning av útbúgvingini, so tú veist, um tú fært stuðul
Hvussu við fígging? Ger eina fíggjarætlan yvir fyrtsa árið
Kanna, um útbúgvingin kann brúkast, har tú ætlar at brúka hana
Søk í góðari tíð, áðrenn umsóknarfreistin er úti. Tryggja tær, at alt er fylt rætt út
Kanna um málroynd er kravd. Søk um undantaksloyvi ella tak royndina, um tað krevst
Kanna bústaðarviðurskiftini og søk so tíðliga sum gjørligt
Søk um visum um tað er neyðugt
Kanna tryggingar- og skattaviðurskifti