Fríggjadagin avgjørdu semingsmenninir at taka eitt sonevnt time-out í semingsroyndini millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) og Maskimeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálráðið hinumegin. Einaferð miðskeiðis í hesi vikuni taka semingsmenninir støðu til, um teir annað hvørt kasta frá sær - ella fara í gongd aftur við semingina.
- Feløgini hava kravt, at arbeiðstíðin í sáttmálanum verður broytt frá 212,3 tímar um mánaðin til 197,2 tímar. Kravi er grundað á, at sambært nýggju hvíldarreglunum skulu sjómenn hava 11 tímar hvíld um døgnið. Nýggju reglurnar hava eisini eina áseting um arbeiðsnormin hjá sjófólki. Krav okkara er eisini grundað á, at verandi arbeiðstíð er væl oman fyri tað, sum árligi arbeiðsnormurin loyvir.
Tað skrivar Føroya Skipara-og Navigatørfelag á síni heimasíðu í dag.
Lagt verður aftrat, at fimm av seks farleiðum hjá Strandfaraskipum Landsins hava í dag eina skipan við niðursettum lønarbrøki.
- Hetta kemst av, at arbeiðstímatalið er minni enn teir ásettu 213,3 tímarnar um mánaðin. Niðursettu brøkarnir ligga millum 0,857 og 0,950. Vit hava kravt, at setanbrøkarnir skulu broytast samvarand nýggja mánarliga arbeiðstímatalinum. Soleiðis fara okkarar krøv at økja um lønaraútreiðslunar hjá Strandfaraskipum Landsins.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at feløgini í nøkur ár hava vitað, at hesar broytingar fóru at koma.
- Longu í 2011 gjørdu vit semju við Fíggjarmálaráðið um, at tá broytingarnar komu í gildi, skuldu partarnir taka upp samráðingar um at broyta arbeiðstíðina. Vit standa nú í tí støðu, at mótpartur okkara rennur undan einari gjørdari avtalu. Hetta bøtir ikki um okkara álit á okkara samráðingarmótpart, sigur felagið á síni heimasíðu í dag.
Meira kann lesast um sáttmálaviðurskiftini á www.fsn.fo