renning
Rigmor N. Arge (Bragdið) luttekur í sínum triðju oyggjaleikum. Hon hevur fleiri góð úrslit at vísa á við tveimum heiðursmerkjum á Gotlandi í 1999 og einum heiðursmerki á Guernsey í 2003. Rigmor venur í Noregi í løtuni, og er hon í løtuni nógv tann besti rennarin, sum Føroyingar eiga á kvinnusíðuni. So tað verður spennandi at síggja, um hon enn einaferð kemur heim við onkrum heiðursmerki.
Bogi Lenvig (Bragdið), sum venur við sterkasta felag í Danmark (Sparta) í løtuni, er væl fyri. Hann setti fyri viku síðan persónligt met á 800 m teininum við einum heilum sekundi, og harafturat hevur hann víst at formurin á 5000 m er heilt góður. Tað var á 5000 m hann í einum sera spennandi endaspurti rann seg fram til bronsumerki á seinastu metrunum á Guernsey. Tað er eisini spurturin, sum er eitt av sterkastu vápnum hjá Boga. So um kappingin lagar seg sum hon ofta gerð á oyggjaleikum, so er væl møguligt, at spurturin hjá Boga kemur at geva enn eitt heiðursmerki - og kanska gull hesaferð.
Guttorm Sørensen (Treysti) er okkara royndasti rennari, og hevur hann luttikið á oyggjaleikunum síðan 1991 á Álandið. Tó undantakið leikunum á Guernsey í 2003, tá hann var skaddur. Hann er fleiri ferðir komin heim við heiðursmerkjum. Venjingin hjá Guttorm hevur gingið væl í vár, og kappingarformurin var fínpussaður í Svøríki til Världsungdomsspelen á Ullevi Stadion. Henda kapping varð tó primert nýtt til at fáa føling við at renna á bana móti nógvum øðrum rennarum, so úrslitið skal - hóast gott - takast við fyrivarni.
Cecil Weihe (Bragdið), sum er mest kendur fyri at renna Marathon, luttekur fyri fyrstu ferð á oyggjaleikunum. Hann hevur betra munandi um sítt persónliga met á Marathon teininum, og so er bert spurningurin hvussu hetta kemur at ávirka tíðina hjá honum á 1/2-marathon teininum, sum er tann teinurin sum runnið verður á oyggjaleikunum.
Sam Vang (Bragdið), hevur luttikið á oyggjaleikum fyrr sum judo íðkari. Men hesa ferð verðut tað so í renning, at hann skal royna seg. Hann hevur tikið seg nógv fram seinnu árini, og um ein hyggur at hvussu tað gongur í grand prix renningini, so er hann okkara fremsti rennari her heima á 5-10.000 m teininum.
Jóan Karl Joensen (Bragdið) er ein ungur evnaríkur rennari, sum luttekur á sínum fyrstu oyggjaleikum. Jóan Karl hevur gjørt var við seg í samband við grand prix renningarnar, og hann hevur eisini góð úrslit at vísa á í samband við luttøku fyri Føroyar á Världsungdomsspelen, har hann setti bólkamet á 800 m og 1500 m teinunum.
Guttorm, Sam, Cecil og Jóan Karl hava um vikuskiftinið verið í Svøríki, har teir hava luttikið á Världsungdomsspelen á Ullevi stadion. Hetta varð gjørt fyri at fínpussa formin og fyri at venja seg við at renna á rennibreyt í kapping við nógvar aðrar góðar rennarar. Nú er so bert eftir at síggja, hvussu leikur ferð fram á oyggjaleikunum í Hetlandi.