Útsøgnirnar hjá Donald Trump um, at USA skal taka ræði á Grønlandi, hava fingið nakrar av egnu flokslimunum hjá forsetanum at taka frástøðu frá eini amerikanskari innrás.
Millum mest bersøgnu atfinnararnar er Don Bacon, limur í Umboðsmannatinginum í amerikanska statinum Nebraska. Hann leggur frá sær eftir hetta valskeiðið og hevur áður verið harðliga atfinningarsamur móti Trump.
Í samrøðu við CNN sigur hann, at hann vónar, at limir í Republikanska flokkinum fara at mótmæla og geva afturmeldingar til forsetan.
– Hetta er ræðuligt. Grønland er NATO-sameint land. Vit hava støð í Grønlandi. Vit kundu fingi okkum fýra ella fimm støðir í Grønlandi. Tey høvdu einki ímóti.
– Danmark er ein av okkara bestu vinum. Fleiri danskir hermenn doyðu í Afghanistan og Irak, sum stríddist fyri okkum, so teir hava prógvað, at teir eru sameind (við okkum, ritstj.). Mátin vit bera okkum at móti teimum er niðursetandi. Tað hevur ongar fyrimunir, sigur Don Bacon.
Trump hevur fleiri ferðir bæði í núverandi og undanfarna forsetatíðini gjørt viðmerkingar, sum snúgva seg um eina møguliga amerikanska yvirtøku av Grønlandi.
– Vit hava brúk fyri Grønlandi úr einum tjóðartrygdarsjónarhorni, segði Trump sunnudagin umborð á Air Force One.
Hann tók evnið upp aftur, umleið 24 tímar eftir at amerikanski herurin fór inn í Venezuela og handtók forsetan í landinum, Nicolás Maduro. Trump segði síðani, at "vit fara at stýra Venezuela."
Republikanarar, sum í stóran mun hava stuðlað átakinum í Venezuela, hava sagt, at tað er óhóskandi at tosa um at yvirtaka Grønland og at tað er ov hættisligt.
Teirra millum er Blake Moore, limur í Umboðsmannatinginum í statinum Utah.
– Hóttanin um at leggja Grønland undir seg er óneyðuga hættislig, segði hon sambært The Wall Street Journal.
Thom Tillis, senatorur úr Norður Carolina, sigur sambært blaðnum, at tú kanst ikki leggja Grønland undir.
– Tað hevði kravt eina innrás ella kapitulatión frá danska kongaríkinum. Tí fer tað senariið ongantíð at henda, verður sagt.
Senatorurin Rand Paul úr Kentucky sigur við The Wall Street Journal, at hann veit ikki,”hvussu nógv hype” er í orðunum hjá Trump. Men "Eg vildi heilt sikkurt ikki stuðlað eini hernaðarligari yvirtøku av Grønlandi", sigur hann.
John Thune, meirilutaleiðari í senatinum, sigur sambært blaðnum, at hann ikki sær nakað slag av álop á Grønland sum nakað, sum hevur verið "umhugsað av álvara."
Demokratarnir hava sagt, at orðini hjá Trump skulu takast í álvara og ætla at noyða atkvøðugreiðslu um krígsvald fyri at forða einum álopi á Grønland. Teir ætla eina líknandi atkvøðugreiðslu um Venezuela og onnur møgulig amerikansk mál.
/Ritzau/










