Restar lítið í hjá Trump og Clinton

Donald Trump og Hillary Clinton staðfestu teirra sterku støðu sum oddafólk í amerikanska undanvalinum, tá val var í fimm statum á eysturstrondini í USA í gjárkvøldið.


Veljarar í Connecticut, Delaware, Maryland, Pennsylvania og Rhode Island fóru í valhølini, og slógu greitt fast, at tey peika á Donal Trump og Hillary Clinton.


Donald Trump vann í øllum fimm statunum, meðan Hillary Clinton vann í fýra statum. Bernie Sanders vann nevniliga meirilutan í Rhode Islands.


At tað einans er ein avgreiðsluspurningur um hvør fær flest atkvøður hjá demokratunum og republikanarunum var eisini eyðsýnt í sigurstalunum hjá sigursharrunum, ið bar brá av, at veruliga valstríðið var byrjað.


- Eg meti meg sjálvan at vera sannlíka valevni, heilt vist. Fyri mítt viðkomandi, so er hetta liðugt, segði Donald Trump í røðuni, áðrenn hann legðist eftir Hillary Clinton.


- Heilt erligt, um Hillary Clinton var eitt mannfólk, so hevði hon ikki fingið fimm prosent av atkvøðunum.


Hillary Clinton brúkti heldur sína orku at samla demokratiska flokkin.


- Tað er nógv meira, ið savnar okkum enn skilur okkum. Vit mugu samstarva um vit ynskja at vinna á valevnum frá hini síðuni, segði Hillary Clinton.


Enn hava hvørki Hillary Clinton ella Donald Trump greiðan meiriluta, men nú restar lítið í.


Í løtuni hevur Hillary Clinton 2.141 umboðsfólk, meðan Bernie Sanders hevur 1.321 umboðsfólk. Reini meiriluti hjá demokratunum er 2.383 umboðsfólk, og manglar Clinton 242 av teimum 1.303 umboðsfólkunum, ið eru eftir.


Hjá republikanarunum hevur Donald Trump 950 umboðsfólk, og manglar 287 umboðsfólk til at náa reina meirilutan á 1237 umboðsfólk, meðan Ted Cruz hevur 560 umboðsfólk og manglar 677 umboðsfólk.