Lin Jian, talsfólk hjá kinesiska uttanríkisráðnum

Revsitiltøk og fíggjarligt trýst á Iran loysa ikki kreppu

- Vit heita á partarnar um at taka ábyrgd og loysa trupulleikarnar við politiskum og diplomatiskum samrøðum, sigur talsfólk fyri kinesiska

Lin Jian, talsfólk hjá kinesiska uttanríkisráðnum

Kina sigur í dag, at nýggj revsitiltøk og fíggjarligt trýst móti Iran er eingin loysn á stríðnum í Miðeystri.

 

Tað er eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið, Lin Jian, sum eigur orðini.

 

Í gjár skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump á Truth Social, at hann fer at seta í verk "tey mest oyðileggjandi búskaparligu átøkini" nakrantíð móti Iran.

 

Ógreiða er tó um, júst hvørji tiltøk forsetin hugsar um.

 

- Vit heita á partarnar um at taka ábyrgd og loysa trupulleikarnar við politiskum og diplomatiskum samrøðum, sigur talsfólkið í kinesiska uttanríkisráðnum.

 

Tað er heimasíðan - www.tv2.no - sum endurgevur talsfólkið, Lin Jian.

 

 

 

Lin Jian, talsfólk hjá kinesiska uttanríkisráðnum