Tørvur er á fleiri lærarum í føroyskum sum annaðmál

Talið av tilflytarum, sum læra føroyskt, er vaksandi, og nú er tørvur á fleiri útbúnum undirvísarum. Í august byrja 20 hold við føroyskum sum annaðmál kring landið. Á Glasi eru øll plássini longu tikin.

Tað upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni.

 

Í august byrja tilsamans 20 hold í føroyskum sum annaðmál, FSA, fyri vaksin. Á Kambsdali verða sjey hold, á Glasi átta og í Suðuroy fimm.

 

Skeiðini á Glasi eru fult teknað, meðan nøkur pláss framvegis eru á Kambsdali og í Suðuroy. Landsstýrismaðurin sigur, at um talið av umsóknum veksur nógv komandi árini, kann verða neyðugt við størri játtan til fleiri skeið.

 

298 lærdu føroyskt í vár

 

Á várskeiðunum í 2026 vóru 298 næmingar. Í juni stóðu 175 teirra roynd á einum av teimum fýra málstigunum.

 

57 stóðu A1-stigið, 78 A2, 38 B1 og tveir næmingar stóðu B2, sum er hægsta stigið, ið nevnt verður í svarinum.

 

Sambært lógini um føroyskt sum annaðmál hava allir útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi og eru eldri enn undirvísingarskyldugan aldur, rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Skeiðini verða boðin út tvær ferðir um árið, í januar og august, og øll, sum tekna seg innan freistina, fáa tilboð um skeið.

 

Bara seks hava fulla FSA-útbúgving

 

17 undirvísarar eru knýttir at FSA-skeiðunum fyri vaksin, sum byrja nú í august. Men bara seks teirra hava fulla útbúgving í føroyskum sum annaðmál.

 

Bárður á Lakjuni staðfestir tí, at tørvur er á fleiri útbúnum undirvísarum.

 

Í 2024 fingu 20 fólk diplomprógv í føroyskum sum annaðmál frá Fróðskaparsetri Føroya. Umleið átta teirra vóru fólkaskúlalærarar.

 

Føroyamálsdeildin bjóðar skeið út í vár og heyst í ár fyri at menna verandi undirvísarar og útbúgva nýggjar, og ætlanin er eisini at bjóða út útbúgving í føroyskum sum annaðmál í 2027. Harumframt verður møguligt hjá læraralesandi at taka føroyskt sum annaðmál sum linjufak á Námsvísindadeildini.

 

Lógin um føroyskt sum annaðmál, sum varð samtykt í 2024, skal eftirmetast í 2027.

 

Hermann Ronnason Samuelsen spurdi eisini, um ætlanin er at seta krav um førleikar ella at standa roynd í føroyskum fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Bárður á Lakjuni svarar, at útlendingaøkið ikki hoyrir undir Mentamálaráðið, men undir Vinnumálaráðið.