Reyðgrønur meiriluti í Svøríki

Hevði val verið til svenska Ríkisdagin nú, hevði tann reyðgrøna andstøðan vunnið. Ein kanning, sum Sifo júst hevur gjørt, vísir, at var val nú, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 50,1 prosent av atkvøðunum, og stjórnarsamgongan hevði fingið 43 prosent. Svøríkisdemokratarnir høvdu fingið 5,2 prosent og høvdu mist leiklutin sum tungan á vágskálini.

Sifo-kanningin vísir, at síðani Stefan Löfven bleiv valdur til formann hjá sosialdemokratunum, er undirtøkan hjá flokkinum vaksin 9,1 prosentstig. Í dag hevði flokkurin fingið 33,7 prosent og hevði verið landsins størsti flokkur.

Tann stóri taparin í kanningini er Moderaterna. Flokkurin hevði mist 4,2 prosentstig, og kanningin vísir, at flokkurin missir veljarar til sosialdemokratarnar, skrivar tíðindastovan TT.