Reyð-grøna stjórnin hjá Jens Stoltenberg heldur fram í Noregi. Stjórnarflokkarnir fingu 86 tinglimir, móti 83 tinglimum hjá andstøðuni. Vinnararnir vóru teir stóru flokkarnir Arbeiðaraflokkurin, Høgra og Framburðsflokkurin.
Framgongdin hjá Arbeiðaraflokkinum er merkisverd, tí flokkurin í valstríðnum hevur lagt stóran dent á gomlu sosialdemokratisku virðini, samstundis sum flokkurin hevur staðið sum ein nútímans flokkur við einum sera dugnaligum og karismatiskum leiðara. Valsigurin er tí eisini ein stórur persónligur sigur fyri formannin, Jens Stoltenberg, sum hevur rikið eitt sera gott valstríð, har hann støðugt hevur víst til sosialdemokratisku hugsjónina. Flokkurin hevur lagt stóran dent á vælferðarsamfelagið og menningina av hesum samfelagsmyndli. Her var eingin útsøla og her hevur ikki verið uppá tal at privatisera stóru almennu fyritøkurnar ella at sleppa marknaðarkreftunum leysum, soleiðis sum ávísir sosialdemokratiskir flokkar í Europa hava gjørt fyri eftirfylgjandi at verða revsaðir fyri av veljarunum.
Tað gekk ikki eins væl hjá tí eina stjórnarflokkinum, Sosialistiska vinstraflokkinum. Hesin flokkur rak valstríð við denti á umhvørvismál, serstakliga við spurninginum um oljuleitingina í Lofoten og Vesterålen, sum flokkurin vil steðga av fyriliti fyri umhvørvinum. Flokkurin er tí viknaður, men heldur kortini fram í reyð-grønu samgonguni. Miðflokkurin helt støðuna og varð hetta av eygleiðarum mett sum eitt bragd, og flokkurin er styrknaður í sjálvari samgonguni.
Sum heild viknaði miðjan í norskum politikki, meðan útleingjurnar styrknaðu. Flokkurin Vinstri, sum er bróðurflokkur við Radikala Vinstra í Danmark, misti sína umboðan á Stórtingi. Hesin flokkur hevur lagt dent á humanu virðini, eitt nú á ein sømiligan útlendingapolitikk, og nógv meta tí tap floksins sum eitt afturstig fyri eina humana dimensjón í norskum politikki. Hinvegin eru tað eygleiðarar, sum halda, at hesi virði stóðu sterk í valstríðnum hjá samgonguflokkunum, sum so gjørdust alternativ til Vinstra, ið datt niður ímillum.
Tað má ásannast, at høgravongurin hevði eitt gott val, hóast einki stjórnarskifti verður. Høgraflokkurin og Framburðsflokkurin hava rikið eitt hart valstríð, har teir hava gjarað út við oljupengum og skattalætta. Framburðsflokkurin hevur avdúkað seg sum ein reint høgrapopulistiskur flokkur. Flokkurin fór sera harðliga fram móti innflytarum og flóttafólki, og flokkurin tykist enn meira mannafíggindaligur og inhumanur enn bróðurflokkurin í Danmark. Hesin politikkur stendur í stórum mótsetningi til ta humanu kós, sum samgonguflokkarnir hava hildið í útlendingamálinum. Valúrslitið er sostatt eitt dømi um eina ørkymlandi og ógvusliga polarisering í grannatjóðini fyri eystan, men politisku markamótini í Noregi eru nú greiðari enn áður við tað, at norskur politikkur nú snýr seg um høgra ella vinstra. Tað tykist ikki vera nogv rúm fyri millumstøðum ella fyri stórum politiskum loysnum tvørtum um miðjuna av tí einføldu orsøk, at miðjan í norskum politikki er burtur. Hvørt hetta er norsku tjóðini til gagns, fer tíðin at vísa.