Reyðæti kemur upp í sjógvin

Í hesum døgum ferðast reyðæti í stórum tali uppeftir í sjónum. Allan veturin hava tey verið í dvala í djúpum, ísakøldum sjógvi, niðan fyri umleið 500 metra dýpi. Nú várið nærkast, koma tey upp í ljósið og gróðurin fyri at gýta og vaksa. Hetta hevur alstóran týdning fyri tey nógvu fiskasløgini, ið liva av reyðæti, m.a. makrelur, sild og flestøll sløg av fiskayngli.

Reyðæti er smá krabbadjór, einar 2-3 millimetrar til støddar (Mynd 1). Um várið og summarið eru tey uppi í teimum ovastu 100-200 metrunum av sjónum, har tey liva av gróðrinum, nørast og vaksa. Hesa tíðina er tað av stórum týdningi sum føði hjá nógvum fiskasløgum. Reyðæti er høvuðsføðin hjá m.a. makreli og sild, og inni við land er tað harumframt føði hjá m.a. flestøllum sløgum av fiskayngli, nebbasild hvítingsbróðri.