Áki D. Samuelsen fekk ikki nógva leiktíð í dag. Hann var við frá dystarbyrjan, tá Ranheim á EXTRA Arena leikvøllinum tók móti Egersund, ið ikki hevði Árna Nóa Atlason við í hópinum.
Tá 27 minuttir vóru farnir forbreyt Christoffer Aasbakk hjá Ranheim seg í egnum brotsteigi við at hála mótstøðuleikara niður á vøllin, og so var skaðin dupultur. Christoffer Aasbakk fekk beinleiðis reytt kort, og Egersund skoraði eftirfylgjandi upp á brotssparkið teir fingu í samband við støðuna.
Seks minuttir seinni tók venjarin hjá Ranheim Áka av vøllinum fyri at fremja eina taktiska útskifting. Tað hjálpti tó lítið, tí málini skolaðu inn í seinna hálvleiki. Tað endaði við einum 0-4 tapi til Ranheim.
Ranheim er nummar sjey í deildini við 38 stigum fyri 25 dystir. Egersund er nummar seks við 39 stigum fyri 25 dystir.
Nú eru fimm umfør eftir at leika í deildini. Leygardagin 18. oktober hevur Ranheim dyst á útivølli móti Odd.
Í triðbestu deildini mátti Sandnes ULF klára seg uttan liðskiparan, Gullbrand í Horni Øregaard, ið hevði leikbann. Uttan Gullbrand megnaði Sandnes heilt móti dystarenda at tryggja sær ein 3-2 sigur á útivølli á Lysekloster. Sandnes var á odda bæði 1-0 og 2-1, og tá megnaði heimaliðið at svara aftur. Men triðu ferð megnaði Lysekloster ikki at koma afturíaftur.
Nú bert trý umfør eru eftir er Sandnes greitt oddalið við 50 stigum fyri 23 dystir. Sotra hevur 42 stig á øðrum plássinum. Tó hevur Sotra leikt ein dyst færri enn Sandnes. Sotra hevur torføran dyst á útivølli móti Jerv, ið hevur 38 stig og jaktar annað plássið.
Sunnudagin 12. oktober hevur Sandnes dyst á heimavølli móti Brattvåg. Tá verður Gullbrandur tøkur aftur.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Egersund 0-4 (0-1):
##med2##