RFF hildið uttanfyri hoyring um leirvíksvegin

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur úttalað seg um, at vegaloysnin, sum løgtingið hevur samtykt, er ikki nóg góð, tá um ferðslutrygd ræður.
RFF er als ikki tikið við upp á ráð av politiska myndugleikanum, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í ráðnum

Nógvar ymiskar meiningar hava verið um, hvør loysn er best til vegaføringina í Leirvík. Politikkarnir hava tikið fíggjarlig atlit, meðan leirvíkingar helst vildu hava ein tunnil undir bygdina.
Meðan øll hava havt eina meining um, hvør loysn er best, so hevur ikki verið nógv at hoyrt til RFF.

Ikki tikin við uppá ráð
Spurd um hví RFF ikki hevur úttalað seg um vegaføringina fyrr, svarar Rúna Sivertsen, at tað er tí, at tey ikki hava verið eftirspurd av politiska myndugleikanum.
- Í hinum norðurlondunum er vanligt, at ferðsluráðini eru hoyringsfelagar. Tað er tann umvenda verð, at vit skulu noyðast at renna aftaná ting- og landsstýrismanninum, fyri at fáa ávirkan. Tað átti at verið teir, sum komu til RFF at biðja um ráð, sigur Rúna Sivertsen.
- Á einum fundi í Leirvík, sum lokal fólk høvdu tikið stig til, fekk eg persónliga innlit í vegaloysnirnar hjá Landsverki. Men málið er ongantíð sent Ráðnum fyri Ferðslutrygd at taka støðu til.

Valdu ringastu loysnina
Saman við løgtingsuppskotinum um vegaføring í Leirvík finnast fimm loysnir, har Landsverk hevur gjørt eina samanbering, í mun til ymisk metingarstøði.
Í mun til ferðslutrygd fekk vegurin har niðri í bygdini bert tvey stig frá Landsverki, meðan hinar loysnirnar fingu trý og fýra stig.
- Tað er ta niðurstøðuna, ið RFF hevur at halda seg til, sigur Rúna Sivertsen.
- Vegaloysnin, sum løgtingið hevur samtykt, er tann vánaligasta í mun til ferðslutrygd.
- Tá ið Ráðið fyri Ferðslutrygd úttalar seg, taka vit bara atlit til ferðslutrygdina. Fíggjarlig atlit og annað er ikki okkara borð.
- Hóast politikkarnir hava havt sjey ár at fingið hetta uppá pláss, so verður tann vánaligasta loysnin vald.
-Tá ið nú so long tíð er gingin, so er mín meining tann, at vit nú tað sama kunnu nýta sjey mánaðir afturat. Nú samtykkja vit eina loysn, sum vit í longdini ikki kunnu liva við, og sum okkara eftirkomarar mugu bera kostnaðin av. Vit áttu heldur at funnið eina haldgóða loysn.

Hava ført lobbyismu
RFF hevði havt møguleika at fingið innlit í málið ígjøgnum landsverk, so hví hevur RFF ikki gjørt tað?
- Tað átti at verið sjálvsagt, at Ráðið fyri Ferðslutrygd varð spurt til ráðs í øllum, sum hevur við ferðslu at gera. Men soleiðis er ikki, og tí hendir slíkt sum hetta.
Í Føroyum hava politisku myndugleikarnir ikki skyldu at leggja ferslumál fyri RFF, sigur Rúna Sivertsen.


Eingin fólkaflokssamansvørjing
Tað er einki dulsmál, at Rúna Sivertsen er fólkaflokskvinna, og tá ið Bjarni Djurholm er landssýrismaður í ferðslumálum, hava summi gitt, at her kann vera ein samansvørjing hend.
Onkur hevur vilja verið við, at Bjarni Djurholm er ímóti vegaloysnini niðri við keiøkið, og tí hevur RFF, við Rúnu Sivertsen sum forkvinnu, nústani úttalað seg um málið.
- Vit eru ein óheftur stovnur, so tílíkar ákærur eru púra burturvið. Vit gera eitt samvitskufult arbeiði, og einasta orsøk til, at vit ikki hava úttalað okkum, er tí at vit ikki hava verið við í nevdarhoyringini, sigur Rúna Sivertsen.
Uppskotini vórðu beind í vinnunevndina, sum ikki kundi semjast um eitt uppskot.
- Tað vóru tríggir minnilutar í nevndini, og tað vísir bara, hvussu politisk áhugamál hava størri týdning enn politiskt skynsemi, sigur Rúna Sivertsen.

Brúgvaloysnin skilagóð
Spurd hvat Rúna heldur um uppskotið hjá Dáva Vinther, sum umfatar eina brúgv frá nýggja grótbrotinum til gamla grótbrotið, svarar Rúna, at tað ljóðar skilagott. Hon vil tó ikki úttala seg so nógv um tað, men hon undrast á, at tað varð púra skúgvað til viks av politisku myndugleikunum.
- Hetta er enn eitt dømi um, at tað er ikki nóg nógv tíð sett av til at troyta allar møguleikar og finna bestu loysnina.
- Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir eina loysn, sum er ferðslutrygg og í samsvari við Nullhugsjónina, sum løgtingið einmælt hevur samtykt, sigur Rúna Sivertsen.