Ribe-Esbjerg er trý stig frá einum endaspælsplássi

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir eru í einari tungari gongd

Í teimum seinastu seks dystunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hava Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg bert tryggjað sær eitt stig.

 

Í kvøld tapti Ribe-Esbjerg frammanfyri 1.648 áskoðarum í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg 28-32 fyri Skjern. Í steðginum var Skjern eisini frammanfyri við fýra málum. Tá var støðan 15-19.

 

Teis fekk tríggjar málmøguleikar í kvøld, og hann setti tveir av teimum í netið.

 

Ribe-Esbjerg er næstaftast í deildini við 14 stigum. Tó hava teir bert trý stig upp til TMS Ringsted, ið er á gylta áttanda plássinum við 20 stigum. Ribe-Esbjerg hevur fimm dystir eftir í grundspælinum til at røkka ovara endaspælinum.

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Ribe-Esbjerg dyst á útivølli móti Holstebro.