Tað var tætt, og tað var spennandi. Men ynskidreymurin hjá teimum í Suðuroy og serliga hjá teimum á Tvøroyri gjørdist ikki til veruleika.
Sum á Norðoyastevnu og á Sundalagsstevnu var Riddarin fremstur á mál í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.
Tvørabáturin, sum vann á Fjarðastevnu, legði bragdliga fyri í góðveðrinum, og tað eydnaðist Tvørabátin at toga seg skutin framum hinar bátarnar.
Men so svaraði Riddarin aftur, og tá ið bátarnir fóru at nærkast málinum, tóktist eingin ivi at vera um, at Riddarin fór at vinna.
So royndi Tvørabáturin at svara aftur. Áskoðararnir vóru vitni til ein rimmar endaspurt. Men tað eydnaðist akkurát ikki Tvørabátinum at taka Riddaran, sum var bara hálva reingina undan Tvørabátinum.
Hinir bátarnir fóru heilt afturav, og tað var Sundabáturin, sum vann kappingina við Smyril um bronsuplássið.
Úrslit
1 Riddarin 07:05.09
2 Tvørabáturin 07:05.19
3 Sundabáturin 07:11.00
4 Smyril 07:15.01
5 Gongurólvur 07:16.17
6 Skúgvur 07:17.01
7 Rádni 07:20.00
8 Hósvíkingur 07:27.20
9 Kollfirðingur 07:35.06
Støðan
1 Riddarin 27
2 Tvørabáturin 25
3 Smyril 18
4 Sundabáturin 14
5 Gongurólvur 12
6 Skúgvur 10
7 Rádni 5
8 Jarnbardur 1
9 Kollfirðingur 0
10 Lokkin 0
11 Lómur 0
12 Hósvíkingur 0
13 Fortuna 0