Flaggskrýddi høvuðsstaðurin verður helst merktur av, at ungdómar og skapandi listavirksemið teirra kemur í hásæti alla næstu viku. Læraraskúlin á Frælsinum verður karmur um 16 skapandi verkstøð, sum tey 218 ungu fara at arbeiða í alla vikuna. Listaframsýningar verða í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har almenningurin er meira enn vælkomin at hyggja inn á gólvi. Og síðani: Stóra endaframførslan í Norðurlandahúsinum verður sunnudagin, tá húsið verður gjørt til festivaløki, við fleiri pallum í klingruni og í høllini. Hetta verður helst ein sonn kakafoni av pállframførslum, tónleiki, mótasýning, filmi, dansi, myndlist, ljósishowi og kreativiteti, eins og vit kenna tað frá Ung í Føroyum, men bara í væl størri formati.
Knýta lista- og vinabond
Endamálið við tiltakinum, sum Norðurlendska Ráðharraráðið, saman við Mentamálaráðnum, Tórshavnar Kommunu og Norðurlandahúsinum, fíggjar við 3 milliónum, er at umleið 200 listarliga virkin ung í aldrinum 14 til og við 18 ár, hittast í eina viku, vísa hvørjum øðrum listaavrik síni, arbeiða á verksmiðjum og knýta vinarbond yvirum málslig og landafrøðilig mørk.
Ovfarin av hjálpsemi
Stevnan hevur áður verið hildin í Trondheimi í Noregi, í Borgå í Finnlandi, í Karlstad í Svøríki og í Hurup Thy í Danmark. Hetta er fyrstu ferð, at eitt sjálvstýrandi øki átekur sær at standa fyri tiltakinum, og sambært Hedvig Vesterlund, samskipara, er hon ovfarin av, hvussu beinasom og fús at hjálpa øll hava verið, tá tey hava heitt á tey um hjálp ella stuðul til verkætlanina.
- Millum annað kommunan, Føroya Ungdómsráð, landsmyndugleikarnir, Sjómansskúlin og Læraraskúlin hava øll verið ómetaliga hjálpsom og opin fyri at alt skal rigga so væl sum til ber, sigur Hedvig, sum vónar, at Føroyar kann verða fyrimynd fyri onnur lond, sum fara at skipa fyri ungdómsstevnum av hesum slag.
Ungir vertir
Luttakararnir á stevnuni fara um dagarnar at arbeiða í verksmiðjum í Læraraskúlanum, undir leiðslu av eini tjúgu av føroya bestu listafólkum, fleiri teirra búsitandi uttanlands. Millum fyrireikararnar og vertirnir eru 10 eldri ung fólk, sum sjálvi hava tikið lut í Ung i Norden í øðrum londum. Tey vera vertir til allar framførslurnar og fara at standa fyri øllum tí praktiska, so sum at heinta luttakarar á flogvøllinum, vísa teimum til rættis, síggja til at allur teknikkur riggar og so framvegis. Ung i Norden ynskja í størstan mun, at tað eru ung fólk, sum mynda stevnuna og tí hevur tað eisini týdning, at tað eru ung, sum mynda tiltakið úteftir.
Mikukvøldið og hóskvøldið verða framførslur og listaframsýning sum luttakararnir hava fyrireikað heimanifrá. Hesar eru almennar og verða í Auluni á Føroya Læraraskúla og í høllini á Stóraheyggi. Síðani verða smærri framførslur í Miðlahúsinum næstu tvey kvøldini og endabresturin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 17.00.
--
UNG I NORDEN 2006 verður í døgunum 28. juni til 2. juli 2006.
--
FAKTA:
Bólkar, sum tey ungu fara at arbeiða í:
Bólkur 1
1. Tónleikur og sangskriving: Kári Jacobsen, sang-skrivari og produsari
2. Sjónleikur: Kristina Hansen, sjónleikari
3. Foto/myndlist: Ingi Joensen, grafikari og myndamaður
4. Dansur: Peter Friis , dansari
5. Filmur: Sigga Vang og Ásta Briem, filmslistakvinnur
Samskipari: Vár Berghamar Jacobsen, dramturg og starvast í Útvarp Føroya
Bólkur 2
6. Tónleikur (akust-iskur): Bernharður Wilkinson, dirigentur
7. Sjónleikur: Mikkjal Helmsdal, dramaturg
8. Búnaseyming: Katrin Bonde, sjónleikaskraddari
9. Dansur (Contemp-orary Dance) Kristina Sørensen Ougaard, dansari
10. Grafikkur: Oggi Lamhauge , grafikari
Samskipari: Ria Tórgarð, sjónleikari og starvast á Tjóðpallinum
Bólkur 3
11. Tónleikur (harðari): Heri Joensen, tónleikari
12. Ljóðfrásagnir: Rikke Houd, ljóð-listakvinna, og Jón Hallur Stefánsson, redaktørur og rithøvundur
13. Skortar og skulpturar: Sámal Blak, listamaður og Guðrið Poulsen, leirlistakvinna
14. Skriving: Dánial Hoydal, umsetari og rithøvundur
15. Sniðgeving: Svanhild Strøm, sniðgevi
Samskipari: Páll Danielsen, sjón-leikari og starvast í Sjónvarp Føroya
16. Tíðindabólkurin: Rakel Helmsdal, rithøvundur