Tað góða er, at veðurforsøgnirnar eru ymiskar á máli, sigur verturin á veðurtíðindunum hjá TV2, tá hann umtalar møguleikan fyri, at klárt veður verður fríggjadagin, so at vit síggja sólarmyrkingina.
Tað liggja nøkur brúgvaløg yvir Føroyum, og sannleikin er, at tað er ferðin hjá hesum brúgvaløgunum sum avger, hvussu veðrið verður fríggjamorgunin. Jú skjótari tey flyta seg, jú betri eru møguleikarnir at síggja sólarmyrkingina.
Eitt lágtrýst vestanfyri Føroyar sendir brúgvaløg í ein eystan, og líkt er til, at brúgvaløgini hava nakað av regni við sær fríggjamorgunin.
Sambært TV2 eru sannlíkindini at síggja sólarmyrkingina í Føroyum millum 25 og 50 prosent. Í Suðuroynni eru sannlíkindini 25 prosent, meðan tey í Mykinesi og vestantil eru 50 prosent.
Í løtuni vísir veðurforsøgnin hjá Storm eitt hvítt skýggj allan fríggjamorgunin, Yr.no vísir eitt grátt skýggj og íslendska veðurstovan boðar frá avfalli yvir Føroyar fríggjamorgunin. Ringastu útlitini av øllum gevur DMI sum boðar frá, at hóast tað klárar í fríggjamorgunin, verða enn rættiliga nógv skýggj og ælingur, partvís vátakavi ella kavi, serliga um morgunin, stendur at lesa í 5-daga forsøgnini hjá DMI.
Men, sum TV2 sigur, brúgvaløgini kunnu broyta alt komandi dagarnar.