Ringdu tvær ferðir at boða frá at eldur var í

Í tí eina førinum var talan um eitt tekniskt brek

Tvær ferðir í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í. Løgreglan sigur, at fyrru ferð var beint fyri klokkan 14 í gjár, tá ið boðað varð frá, at eldur var í einum húsum í Klaksvík. Tað vísti seg, at eldur var komin í eina turkitrumlu, men tá ið sløkkiliðið kom fram, hevði húseigarin longu verið í holt við at sløkkja við eldsløkkjara, so skaðin er avmarkaður.

 

Seinnu ferð var eina lítla løtu seinni, tá ið boðað var frá eldi í einum bygningi í Havn. Men tá ið sløkkiliðið kom fram, vísti tað seg, at eldur var ikki í kortini. Tvørtur ímóti var talan var um eitt tekniskt brek, sum slóð eldávaringina til.