Risa bumba frá øðrum veraldarbardaga elvdi til evakuering

10.000 polakkar máttu burturflytast orsaka av risabumbu frá 2. veraldarbardaga

Í morgun varð ein risa stór bumba frá Øðrum veraldarbardaga funnin í eystur Póllandi, og tað leiddi til, at myndugleikarnir burturfluttu 10.000 fólk. 

Men tamarhald er á støðuni nú, tí bumban varð flutt til eitt øki, har hon eftir ætlan skal oyðileggjast. Tað skrivar AP og Ritzau. 

60 gøtur í býnum Bialystok vóru evakuerað. Býurin er nærhendis markið til Hvítarussland. Fleiri túsund fólk vórðu flutt til skúlar, har tey skuldu bíða, meðan bumban varð flutt. Tað var vandi fyri, at bumban fór at bresta, tá ið hon varð flutt við krana. 

Men nú seinnapartin eydnaðist teimum at fáa bumbuna aftur og fólk sluppu til hús aftur. Bumban vigar 500 kilo, og er ein týsk TS-500 bumba. Serfrøðingar fingu bumbuna á ein serstakan lastbil og hava tikið støðu til at oyðileggja bumbuna á einum royndarbana. 

 

 

Bumban varð funnin í samband við vegarbeiði hósdagin. Tað hendir javnan, at bumbur frá 2. veraldarbardaga koma undan kavi á byggiplássum í Póllandi. 

 

 

/ritzau/AFP