– Eg kann ikki liva við, at ivi verður sáddur um heimildina fyri at fremja hesa verkætlan.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur sent út sína frágreiðing um málið um at gera tunnil millum Skálafjørðin og Havnina. Hann leggur dent á, at breið politisk undirtøka er fyri grundarlagnum, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur arbeitt á.
Løgmaður vísir á, at politiska skipanin seinastu árini hevur havt ætlanir um, at ein undirsjóvartunnil skal gerast millum Streymoynna og Eysturoynna. Tað eru meira enn tíggju ár síðani, at privatir aktørar á fyrsta sinni tóku stig til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein tunnil. Síðani tá hava løgting og landsstýri, so at siga alla tíðina, arbeitt út frá ætlanum um eina privata tunnilsloysn.
– Tey bæði undanfarnu løgtingini hava í ávikavist apríl 2007, mai 2010 og apríl 2011 samtykt at geva landsstýrinum heimild at fara undir samráðingar við privat felag um at gera og reka Eysturoyartunnilin, og í mars 2012 játtaði løgtingið Innlendismálaráðnum 6 mió. kr. til útbjóðing av einkarrættinum at byggja og reka tunnilin, sigur hann.
– Lógargrundarlagið, sum landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur arbeitt eftir, hevur eina breiða politiska undirtøku - 25 tinglimir. Men eg havi tó tikið politiska rumbulið frá andstøðuni til eftirtektar. Eitt nýtt lógargrundarlag varð tí lagt fyri tingið. Ikki av løgfrøðisligum ávum, men av politiskum ávum. Tí eg kann ikki liva við, at ivi verður sáddur um heimildina fyri at fremja hesa verkætlan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
– Tað er gleðiligt, at eitt privat felag ætlar at gera hesa risa verkætlan. Við hesum leisti tekur landskassin ongan váða og einki veðhald á seg, og er hetta høvuðsorsøkin til, at samgongan hevur arbeitt fram móti einari privatari loysn. Tó hevur almenna kjakið um málið verið merkt av misskiljingum, og tí er neyðugt at fáa staðfest nøkur viðurskifti. Landið hevur møguleika at yvirtaka Eysturoyartunnilin aftur fyri ein avtalaðan prís, sum er størstur fyrsta árið og minkar sum frá líður. Tað er eingin ‘stavnsbinding’ í 50 ár fram í tíðina, sum onkur hevur ført fram. Tað er landið sum avger, um tað vil yvirtaka Eysturoyartunnilin ella ikki.
– Við hesi loysn verða Norðoyartunnilin og Vágatunnilin ikki settir í veð, og verða eftir ætlan, ein partur av tí almenna vegakervinum, tá lánini eru niðurgoldin. Gongur privata tunnilsverkætlanin sum ætlað, sambært avtaluni, kann landið yvirtaka Eysturoyartunnilin fyri eina rímiliga upphædd eftir 21 árum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Lesið eisini: Politiska gongdin í arbeiðinum um Eysturoyartunnilin