Risaskip eru minni enn bæði Emerald og Gadus

Í norskum miðlum verða skip, sum eru 80 metrar long, rópt "gigant" skip. Soleiðis er eisini við trolaranum á myndini, sum verður bygdur til eitt kanadiskt felag. Men, bæði Emerald og Gadus eru væl størri enn hetta skipið.

Tersan Shipyard í Turkalandi, sum eisini hevur bygt onkrar føroyskar trolarar, eitt nú Gadus, sum kom til Føroya fyrr í heyst, hevur júst sjósett enn ein stóran trolara, sum eitt kanadiskt reiðarí, Niqitaq Fisheries, letur byggja.

 

Kystmagasinet.no skrivar um "gigantiska" trolaran, sum nú er flotaður í Turkalandi og fær navnið, Inuksuk II. Heimasíðan veit at siga, at hetta verður størsti trolari í Kanada. 

 

Sagt verður, at felagið Niqitaq Fisheries eigur tríggjar verksmiðjutrolarar, og hetta verður nú hin fjórði og størsti hjá felagnum.

 

Um hesir upplýsingar hjá kystmagasinet.no eru rættir, er nýggi Gadus hjá JFK Troli væl størri enn kanadiski "risin", sum hann verður róptur á norsku heimasíðuni. 

 

Bæði Gadus og nýggi Emerald hjá Havborg eru eisini bygdir á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi, og báðir føroysku trolararnir eru væl størri enn hin kanadiski. Gadus er 88,1 metrar langur og 18,3 metrar breiður, og Emerald hjá P/F Havborg er 87,40 metrar langur.

 

Tað er Skipsteknisk A/S í Ålesund, sum hevur teknað øll hesi skipini og mong aftrat.

 

Í tíðindaskrivi verður sagt, at Inuksuk II er serbygdur hekkutrolari. Hetta er verksmiðjuskip, sum serliga fer at fiska svartkalva og rækjur. Sagt verður, at skipið lastar 1320 tons av svartkalva ella 930 tons av rækjum.

 

Vit kunnu til stuttleikar leggja aftrat, at nýggi Akraberg hjá Framherja er 84 metrar langur og 17 metrar breiður.